Undir heitinum "Býráðið og fornminnir" tekur greinskrivarin soleiðis til:
"Tey, sum minnast eitt sindur um kommunalu gongdina í Klaksvík, minnast eisini, at einaferð var uppskot frammi um at beina fyri gomlu handilsbygningunum úti í Klaksvík, fyri í staðin at skipa fyri einari bingjuhavn.
Tað mundi eydnast!! Onkur av teimum, sum var fyri avgerðini situr enn í býráðnum, og er tí orsøk til at óttast…..".
Av tí at eg eri einasti býráðslimur, sum í dag siti í býráðnum, sum eisini sat í 1973, tá málið varð endaliga viðgjørt, fari eg at mótmæla hesi skriving.
Hetta brotið í greinini er ósatt.
Tá málið var fyri, atkvøddi eg fyri at varðveita gomlu handilshúsini úti í Klaksvík og eg grundgav eisini fyri søguliga virðinum. Samstundis vísti eg, og fleiri við mær, eisini á, at henda ognin kanska einaferð kundi brúkast til eitt ella annað savn.
At ognin gjørdist forn- minnissavn, og fekk dugnaligan leiðara, kunnu Klaksvíkin og Norðoyggjar fegnast um.
Greinskrivarin átti eisini at sett seg so frægt inn í málið, við tí positión hann hevur sitið í, so at hann ikki bara sleingir okkurt út og við hesum fremur eina søgureingjan.
Satt ella ósatt pennur hansara tykist ofta at liva best, tá "luft gevst fyri aggresjónum".
Virðingarmest
Jógvan við Keldu
núverandi býráðslimur sum eisini sat inni
í 1973.




