Eingin ivi er um, at sosialistiska samgongan fer at økja
pappírsveldið og fundarvirksemið, sum vinnan skal gjalda
Hetta kom fram í hugan á mær, tá eg sá uppleggið til Morgunfundin hjá CEPOS, sum verður 13. februar, har føroysk ábyrgdarfólk áttu at verið umboðað. Jørgen Granum-Jensen, fer at røða. Hann er søgufrøðingur og fyrrverandi studentaskúlalærari á Norðurfjónska Studentaskúlanum og høvundur til fleiri av frálærubókunum m.a. um Vietnamstríðið og Sovjetsamveldið. Hann skrivaði saman við Bertel Haarder debatbókina “Kampen om gymnasiet” í 1982.
Hann sigur m.a. at “Kapitulatiónin hjá Bertel Haarder yvirfyri 68-pedagogikkinum sær út til at vera fullkomin…. Við hesi andsleysu studentakúlabroytingini upplivir studentaskúlin eitt fullkomið kvørkratak, Pedagogikkurin skal vera eins. Lærararnir skulu einstáttast”. Hetta skrivaði hann í Weekendavisen 18.-24. januar 2008.
Sjálvandi spyrja vit mongu á borgarliga veinginum, hvat hendir nú okkara núverandi sosialistiska landsstýrissamgonga leggur til brots, sum fer at økja pappírsveldið og fundarvirksemið, sum vinnan skal gjalda.
Les víðari um avmarkaða uppleggið til Morgunfundin hjá CEPOS á www.keldu.com.
Kelda: CEPOS




