Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu: Endurviðmerking til Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing: Ivasamur í ivaleysum persónum

(John William Joensen)

“Øll kunnu læra at spæla eftir nótum, men ikki øll
fáa musikk burtur úr teimum”

Í Nordisk Konversation Leksikon, sum kom út fyri stívliga hálvari øld síðani, er brot um politikararnar Hákun Djurhuus og annað um Kristian Djurhuus. Myndirnar í báðum brotum eru av Hákuni. – Sovorið kann henda.

Fyri stuttum keypti eg bókina hjá Anders Ølgaard, “Den syngende vismand”. Hesin vísmaður helt í mong ár skil á Føroyum yvirfyri danska forsætismálaráðnum.

Lesur tú millum annað brotið um føroyska læknastríðið, við palli í Klaksvík, sigur hann m.a.: “Byen (Klaksvík.red.) var økonomisk domineret af J. Kjølbro, og en svigersøn af ham, Olaf Halvorsen, var blevet konstitueret som overlæge på det lokale sygehus…” Dr. Halvorsen versonur Kjølbro. Sig so tað! – Bara til stuttleika, tvey av mongum dømum, sum kunnu koma fyri.

Haldi ikki, at Hans Andrias Sølvará skal kenna seg álopnan, um hann onkuntíð fer skeivur, tí sjálvt vísmaðurin Ølgaard fer skeivur, ja, vit fara øll skeiv av og á.

Í grein í mars mánaði nevndi eg, eins og í míni seinastu grein, at tað kendist løgið, at hann var so ivaleysur í síni maratonskriving, eisini, at hóast hann hevur lisið nógv, er hetta bert lítil brotpartur av tí ørgrynnu av lesnaði, sum út er komin um bíbilsk evni.

Ikki serliga beskeðin

Nú sigur hann, í “viðmerking” til mín í Norðlýsinum, fyri góðari viku síðani um tað, hann sjálvur hevur skrivað: “Hetta prógvar í veruleikanum einki annað enn, at flest allar mínar greinar mugu hava rakt Jógvan við Keldu so mikið meint, at hann er nívdur heilt inn á sálina. Tað kann eg einki gera við”.

Ja, ikki serliga beskeðið av professionellum søguskrivara.

Lat meg gera Hans Andrias Sølvará varðugan við, at eg kom til trúgv á Harran, sum ein ungur drongur. Síðani havi eg lisið fitt av greinum og fleiri bøkur, sum hava roynt at mótprógvað sannleika bíbliunnar. Eisini havi eg frá ungum, bæði innan forrætning og í politikki ferðast í útlondum í mínum langa lívi, millum hópin av fólki, sum hava sett spurnartikin við orð Guds, bíliuna og tað æviga, samstundis havi eg ikki so fáar av hesum til vinir, bæði atfinnarar og persónar, sum beinleiðis siga seg vera ateistar.

So Hans Andrias Sølvará, gakk ikki og trúgv, at tú ert komin við nøkrum nýggjum. Persónar hava roynt at mótprógvað bíbliuna, teir gera tað ídag, og fara at gera tað í komandi tíðun, so leingi, teimum loyvist. Tú ert ikki einsamallur á palli í so máta!

Fer ov lætt um skriving
Lat meg síðani leggja afturat tí, eg nevndi í grein míni, at tað undrar meg, tá hann bert hevur so gott sum tvinnar keldur í at velja, onnur er Helena hjá Jens Clæmunti og hin er uppslagsverkið Trap – her er helst ein intelktuellur munur – og tær eru ymiskar, at hann ikki fer víðari. Lat meg siga, at eg havi hvørga av hesum sum keldutilfar.

Uppaftur meiri, at hann ikki tekur byrjanina av søguni við, tí hon er stutt, frá tí fyrra Betesda varð tikið í brúk 21. september í 1917. – Byrjanin er søguliga ofta meiri áhugaverd í einum kanningararbeiði, heldur enn bara at taka eina dagfesting burturúr, og serliga tá hon er skeiv. So hetta eru ikki heilt – um so var – “ógrundaðar skuldsetingar”, eg kom við! Men hinvegin “broytir hetta helst ikki heimssøguna!”.

At hann sigur í grein síni: “Jógvan við Keldu roynir v.ø.o. at føra prógv fyri, at tá eitt ávíst árstal í eini heimasíðugrein hjá mær er komið eitt lítið sindur skeivt fyri, so fellur eisini alt annað, sum eg havi skrivað tey seinastu árini”. – Hetta eru ikki míni orð, og hava ongantíð verið tað, men mær má vera loyvt at vera ivasamur, sum fyrr nevnt. Samstundis gevur hetta brotið høvið til eftirtanka.

Til seinast – í øllum førum fyribils – fari eg at endurtaka tað, eg plagi at siga um tónleik: “Øll kunnu læra at spæla eftir nótum, men tað eru ikki øll sum fáa musikk burtur úr teimum!” – Eg eri ivasamur í ivaleysum persónum.