Framleiðslan, fiskivinnan á sjógvi og á landi, har privatir hava satsað við upp- og niðurgongdartíðum hava í høvuðsheitum ligið bæði á innara- og ytra útjaðara, meðan so gott sum øll umsitingarliga skipanin – almenn og privat – hevur ligið í høvuðs- staðnum.
Nú uppskot Tjóðveldisfloksins um "inntøkujavningarskipan millum kommunur í Føroyum" fríggjadagin var fyri á løgtingi, vísti eg, sum framsøgumaður Fólkafloksins á, at skal útjavnast og skulu mál leggjast út til kommunur,og tað skal tað, er ein fortreyt, at størri eindir verða at leggja út til, so hesar eindir hava førleika at um- og fyrisita málini, og borgarin fær ta tænastu hann hevur uppiborið.
Sum mótargumentatión til hetta, verður ofta tikið til sólskinssøguna um fyrimyndarligu barnaansingina, sum kommunurnar tóku yvir og sum hepnaðist so væl.
Havast skal í huga, at hetta er sera einfalt mál, eitt mál sum ber til at umsita sjálvt um bara eini 10 børn eru í kommununi og sum av landsmyndugleikunum var hendinga illa handfarið. Samstundis skulu vit minnast til, at vit hava bara havt uppgangandi kunjunkturir síðani málið var yvirtikið. Tað var við til at skapa hesa sólskinssøgu.
Tá talan er um eldrarøkt, skúlamál, umhvørvi o.a. ber ikki til uttan størri umsitingarligar kommunalar eindir.
Útjaðarin satsar – høvuðsstaðurin umsitur
Seinastu 50 árini eftir at heimastýrislógin tók við, eru almennir stovnar og ávirkanin av hesum sentraliseraðar til høvuðsstaðin, og soleiðis hevur hetta meiri ella minni sligið føturnar undan bæði innara- og ytra útjaðara og broytt óheppið demografiina.
Framleiðslan, fiskivinnan á sjógvi og á landi, har privatir hava satsað við upp- og niðurgongdum hava í høvuðsheitum ligið bæði á innara- og ytra útjaðara, meðan so gott sum øll umsitingarliga skipanin – alemenn og privat – hevur ligið í høvuðs-staðnum við sínum støðuføstu og hækkandi inntøkum uttan nakran vága.
Hetta hevur gjørt og ger, at tá unga fólkið bæði í høvuðsstaðnum og uttanfyri eftir loknað bókliga útbúgving í útlondum á hægri støði, leita øll sær hagar, hóskandi arbeiði eru til tey, og av teirri orsøk, at bæði innari- og ytri útjaðari "bara" hevur satsað uppá grundleggjandi primervinnuna, sum higartil so gott sum bara hevur verið fiskivinna, meðan øll – bæði almenn og privat umsiting, eitt nú eisini í skúlaskapi, mentan, gransking o.a. – hevur sloppið at ligið í høvuðsstaðnum.
Ikki nóg dugnaligir
Sjálvur haldi eg ikki, at vit sum landspolitikarar úti um landið og kommunupolitikar-ar, hava borið okkum nóg klókt og framsíggjið at. Kanska eisini tørvur á vilja.
Politikarar og embætisfólk í høvuðsstaðnum hava higartil havt lætt spæl, umframt, at teir ikki hava verið noyddir at gera so nógv, hava teir fingið hjálp higartil frá ósamdum politikarum úti um landið.
Fer at bragda
Eg haldi, eftir umrøðuni av tingmálinum nr 59, um útjanvingarskipan vísti, at tíðin nú er búgvin til at bæði lands- og kommunupolitikarar taka málið í álvara og at nú fer at bragda.
Latið okkum tí gera okkum greitt, at tvingandi neyðugt er, at inntøkujavningarskipan og at leggja út til kommunur hongur neyvt saman við størri kommunalum eindum.
www.keldu.com
keldu@post.olivant.fo




