Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu, fyrrv. borgarstjóri: Fegnist um at havnanevndarformaðurin heldur seg til útbyggingarætlaninar

John William Joensen

Um rætt verður atborið, kemur havnaútbyggingin í Ánunum at hava stóran týdning fyri alt hetta øki, tá fasta sambandið millum okkum og meginlandið er veruleiki um hálvtriðja til trý ár.

Í samband við greinina hjá Thorleif Sigurðsson, havnanevndarformanni í seinasta Norðlýsi um útbygging av Klaksvíkar Havn, hevur Norðlýsið vent sær til fyrrv. borgarstjóra Jógvan við Keldu fyri at fáa eina meting frá honum um framtíðar útbyggingina.
Jógvan við Keldu sigur, at seinastu meira enn 20 árini hevur ætlanin verið, at gjørt útbyggingar norðuri í Ánunum.
Tað at Klaksvíkin gjørdist eitt ungangongupláss í Føroyum í 1940-unum og 50-unum var millum annað at havnaumstøðurnar her vóru framúr góðar og betri enn nakra aðrastaðni í Føroyum.
Hetta kemst eisini av at Klaksvíkin frá náttúrunar hon er so væl fyri at siglast kann higar allar 365 dagarnar á árinum.
Í 1937 varð fyrsta almenna havnaútbyggingin gjørd. Og frammanundan hesum, nevniliga í 1931 fekk Klaksvíkin elektrisitet.
Hesi bæði samfeld skaptu undangonguplássið í Føroyum, Klaksvíkina.
Ferð eftir ferð havi eg sæð Rana Nolsøe meirilutalim í býráðnum verið frammi, at hann er ímóti útbyggingini í Ánunum. Men vildi heldur gera útbyggingar framhaldandi út eftir vestursíðuni.
Eg havi ikki sæð, hvørjar metingar borgarstjórin hevur. Nú eru teir partamenn og hann heldur seg kanska til útsøgnina hjá Rana Nolsøe.
Tí fegnist eg serstakliga um orðini hjá havnarnevndarformanninum at nú er nóg nógv bygt út í sjógvin inni á Vánni, og tí er natúrliga útbyggingin í Ánunum. Har er bæði pláss og dýpi hjá størri skipum.
Torleif Sigurðsson hevur eisini aðrar tankar frammi.
Eg kundi í hesum viðfangi hugsa mær at nevnt at býarplanurin eigur at gangast eftir inntil hann, við gjøgnumførdum arbeiði, møguliga kann broytast.
Loyvi er givið til at byggja skrivstovubygning í miðbýnum og var eg ímóti hesi útbygging, tí satt at siga eri eg eitt sindur keddur av, at politistøðin, sum eg sjálvur var við til at geva loyvi til, kom at liggja í miðbýnum og ikki í Gerðabø, har býarplánurin vísir á tílíkar byggingar.
Tó skal her verða skoytt uppí, at politistøðin og heilsumiðstøðin í miðbýarætlanini vóru lagdar har.
Miðbýarætlanin átti at verið brúkt til byggingar sum skaptu lív í umhvørvinum so gott sum alt samdøgrið.
Lat meg til seinast siga at Torleif Sigurðsson og eg eru púra samdir um, at tann havnabyggingin, sum byrjaði í 1999 í Ánunum, eigur at vera fulførd og útbygd.
Hetta kemur at geva Klaksvíkini stórar møguleikar tá fasta sambandið millum okkum og meginlandið er veruleiki um hálvttriðja til trý ár.