Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri hugleiðir: Í søguligum baksýni

John William Joensen

Víðfevnda Helnabrekkuætlanin, sum varð fyriløgd Klaksvíkar býráði fyri 20 árum síðani, hevði ídag uttan iva verið ein mið- og savningardepil fyri bæði føroyingar og fremmandafólk.

Tá fyrsta hugsanin um ein undirsjóvartunnil millum Eysturoy og Borðoy í 1980unum sá dagsins ljós, legði Klaksvíkar býráð fleiri framtíðarætlanir á borðið, sum m.a. fevndu um Klingrugarð, Miðbý-arætlanina, havnina í Ánunum, fleiri privatar- , vinnu- og tænastuligar ætlanir, sum flestu hesar ídag verða brúktar og sum vit gleðast um.
Ein áhugaverd ætlan – Helnabrekkuætlanin, 1987 SCS-sentrið – sum ídag hevði havt stóran týdning fyri økið Eysturoy – Norðoyggjar sum mið- og savningardepil, men sum seinnu árini sjáldan hevur verið nevnd, fekk tíverri ikki nóg breiða undirtøku í býráðnum.

Nýhugsandi verkætlan
Orsøkin til at eg ídag 20 ár eftir havi hug at lýsa hesa áhugaverdu verk-ætlan er, at ein dag í fjør eg gekk í Keypmanna-havn, fór inn í GADS bólkhandil á Strøgnum, sum so ofta, tá eg vitji Keypmannahavn, sá eg nýútgivna bók "Historien om Bøje Nielsen".
Tá eg las hana og kom á síðu 33, fall eg yvir nøvnini Jørgen og Kai Schmidts, tegnestue í Århus, sum í 1962 løgdu lunnar undir fyrsta og nýhugsandi stóru byggiverkætlanina, Næstvedparken, hjá hesum evnaríka og seinni kenda danska byggimatadori, Bøje Nielsen, sum tó seinni fekk eina so sjáldsama lagnu.
Tað stendur m.a. um hesar, at hesir báðir Århus-arkitektarnir, Jørgen og Kai Schmidt, dugdu, eins og Bøje Nielsen sjálvur, væl at hugsa ótraditionelt, hvussu byggjast kundi bíligari enn vanligt.
Heilt onnur søga er so, at Bøje Nielsen og Axel Juhl Jørgensen arbeiddu seg í felag upp til eina ótrúliga, víðfevna og nýhugsandi byggifyritøku, sum næstan ikki hevði verið sædd í Danmark, teir fóru langt út um landamark eitt nú til USA.

Í Klaksvík
Í 1987 gjørdu Jørgen og Kai Schmidts tegnestue eitt projekt norðuri á Helnabrekku á einum øki, sum er 30.000 fermetrar, sum teir síðani fyriløgdu býráðnum.
Verkætlanin fevndi um íbúðir, eldraíbúðir, frítíðarmiðdepil við ymiskum aktivitetum, handilsmiðdepil, mentanar- og selskapshølir, sum eisini kundi nýtast til konsertir, fyrilestrar, framsýningar, skeiðvirksemi o.a. – Ein felags-byggiætl-an.

Skuldu finna fígging
Teir buðu seg eisini fram til at finna fígging til hesa stóru og víðfevndu fram-tíðarætlan, sum ídag hevði komið sera væl við fyri alt okkara umhvørvi.
Henda verkætlan, sum m.a. Norðlýsið gjørdi fitt burturúr, fór, eftir míni meting, tíverri fyri bakka, tí ein meiriluti í býráðnum kolldømdi hana áðrenn Jørgen og Kai Scmidts, tegnestue góvu okkum endaliga høvuðsprojektið við fígging.

Tað ber til at lesa meiri um hesa verkæltan við at fara inn á heimasíðuna: 

TRÝST HER:  www.keldu.com/soga.htm