Veljið profilar, latið okkum fáa eina veruliga leiðslu, sum bæði torir, er før fyri og hevur megi til at standa ímóti áganginum frá sentralismuni, so vit aftur fáa okkum næststørsta bý í landinum og fremsta fiskivinnupláss í ta tign vit høvdu alla 20. øldina.
Nú eg eri farin úr politikki, hevði eg ikki ætlað at tikið orðið um politisku framtíðina í Klaksvíkar Býráði. Men býráðsleiðslan og vinnan eru tætt tengd hvør at øðrum.
Tí havi eg tikið ta avgerð, at eg fari at koma við nøkrum heldur bersøgnum viðmerkingum undan býráðsvalinum, tí neyðugt er nú við eini frægari broyting, so Klaksvík aftur kann fáa sær ta tign, næststørsti býur í landinum eigur at hava og hevði alla 20. øldina.
Veljarin kann aftur geva okkum møguleikan at fremja hesa broyting.
Fíggjarliga hevur verið upp og niður seinastu 100 árini. Tað er nátúrligt fyri ein bý, har fiskivinnan hevur høvuðssætið, og er við til at upprætthalda einum almennum yvirbygningi í høvuðsstaðnum.
Havi saknað "geistin" frá býráðsleiðsluni og býráðslimum sum heild at verja okkara øki bæði í talu og skrift, nú sentralisman veruliga hevur gjørt um seg. Klaksvík er fallin niður ímillum, ein brúkti vendingina so væl “bara fallin inn í tepetið”! Vit hava annað uppiborið.
Klaksvík og Suðuroyggin ikki samanlíknast
Tit eiga at hava í huga, at meðan Klaksvík í síni tíð varð bjarga av kapitalistiskum kreftum, fall Suðuroyggin niðurundir av sosialistiskum kreftum.
Klaksvík verður í fjølmiðlunum samanlíknað við Suðuroynna, eftir at vit hava fingið fasta sambandið, sum borgarstjórin sigur, hevur stóru skuldina av fíggjarliga hóttafallinum í Klaksvík. – Nógv fyri at hoyra sovorið vas.
Í hesi stuttu grein fari eg at heita á allar borgarar í Klaksvík, hvønn flokk tit so velja:
“Veljið nakrar profilar, latið okkum fáa eina veruliga leiðslu, sum bæði torir, er før fyri og hevur megi til at standa ímóti áganginum frá sentralismuni, so vit aftur fáa okkum næststørsta bý í landinum og fremsta fiskivinnupláss í ta tign vit høvdu í allari 20. øld”!




