Hóast eg hevði ynskt at sloppið undan hesum viðmerkingum, nú meiri enn ár er farið, síðani eg fór úr politikki, fari eg at rættleiða mín undanmanni, eisini fyri søgunnar skuld
Tey árini Høgni og eg sótu á tingi saman, høvdu vit fleiri hugnaligar samrøður. Onkuntíð segði eg við hann til stuttleika: “Tá ein persónur er klókur, er hann farligur, og er hann so afturat ein kúllur, er hann lívsfarligur”! – So flentu vit at tí.
Í Dimmalætting nr. 56 seinasta fríggjadag er samrøða við hann. Samrøðan snýr seg um útlendingamál og fyrispurning hann hevur sett landsstýriskvinnuni.
Her stendur m.a.: “Útlendingamálini hava verið ein fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í mong ár – og serliga síðani 2004, tá táverandi landsstýrismaður og síðani táverandi landsstýrið vavdi alt upp í ein ellibita,” sigur altso Høgni Hoydal.
Í februar mánaði í 2004 arvaði eg sum landsstýrismaður útlendingmál eftir Høgna Hoydal. Fari tí at koma við onkrum viðmerkingum sum geva ávísar ábendingar.
Rættarmál og vanlagnur
Tá eg tók við, vóru ikki bara sera álvarslig mál at taka upp, men sannleikin er, at her vóru bæði rættarmál á fleiri mótum og djúpar vanlagnur, har útlendingar vórðu viðfarnir sum trælir. Bert eitt av mongum, vóru tiltiknu 17 tailendingarnir, sum uttan iva bók kundi verið skrivað um. Hevði eg ikki verið farin úr politikki, hevði eg kallað útlendingamálsviðgerðirnar undan mær “eina suppu”!
Tað harmiliga er, at hetta veit Høgni Hoydal væl!
Vit minnast eisini ítróttamálini, sum tilvildarligir arbeiðsgevarar bara skrivaðu undir.
Eitt tað fyrsta, eg var noyddur at gera, var at umskipa eitt skrivstovuhøli í Innlendismálaráðnum – har frammanundan ikki var nógv pláss – til eina mestlíknandi “kriminalstovu”, har eg mátti seta starvsfólk til at greiða skeivt avgreidd útlendingamál, fløkjur og vanlagnur, sum arvaðar vóru frá undanmanni mínum.
Fútin tók m.a. til: “Fært tú ikki skil á hesum óskili, sleppi eg málunum fullkomiliga!”.
Journalistar og “spennandi” líkasæla
Høgni Hoydal er journalistur av útbúgving, og eftir at eg nú eina tíð havi verið uttanfyri politiska umhvørvið, havi eg stundum spurt meg sjálvan, “kann tað vera so galið, at hetta er orsøk til, at føroyski fjølmiðlaheimurin bara skoytaði yvir veruligu spurningunum, og sjálvandi eisini, at ítróttaáhugað lutvíst sótu á fjølmiðlunum”?
Innlendismálaráðið beyð fleiri ferðir øllum føroyskum fjølmiðlum at fáa fyrilestur um, at málið veruliga snúði seg um, ikki at viðgera lógir undir kensluligum avgerðum, men paragraffir, kaldar og greiðar paragraffir, sum skuldu umsitast rætt!
Ein blaðskrivari hjá Dimmalætting, Randi Jacobsen, setti seg inn í málið, og Helgi Jacobsen, journalistur, gjørdi eina líkinda útvarpssending. Restin, vil eg siga, vassaði í tómum heimi. Tað var møguliga meiri “gevandi” og meiri “spennandi” fyri tey, men vísti eina óhugnaliga líkasælu fyri hesum álvarsmáli!
Politiski hugburðurin
Politiski moralurin á tingi, har starvsfelagar í Innlendismálaráðnum vóru illa viðfarin, hetta er sjálvandi fest í dagbók, var veruliga simpul. Hesin hugburður ger helst eisini, at Føroyar ikki eru komnar longur. Ilt er at skilja, at ein lóg er ein lóg.
Onkur kendi onkran, sum kendi onkran annan. Onkur annar hevði hoyrt um onkran, tí nú skuldi hann aftur av landinum, og tað var ikki rætt! Soleiðis vóru viðgerðir!
Tá “lítla samgonga” legði á meg at viðgera mál ólógliga, fyri at “fáa frið”, noktaði eg.
Annað var, at arbeiðsloysið øktist munandi í 2004/05, fór 2002/03 frá undir tveimum prosentum og upp um 4%. Tí var heldur ikki brúk fyri so nógvum útlendingum, uttan undir serligum umstøðum.
Tvinnir tættir skulu vit hava í huga. Tann fyrri, at hetta er donsk lóg, so leingi hon ikki er føroysk, sum skal fyrisitast sum so, hitt er, at ein útlendingalóg er gjørd fyri at verja okkara land og fyri at fáa fatur á fólki, tá vit hava brúk fyri tí.
Ikki er komið longur
Høgni Hoydal og eg hava verið og eru samdir um, at ein tílík lóg átti at verið føroysk og gjørd eftir føroyskum viðurskiftum, men hesum hevur tíverri ikki fingist meiriluti fyri á tingi. So leingi hon er tað, hon er, skal hon fyrisitast eftir núgaldandi reglum.
Men lat meg til seinast siga, at tað var gott, at tikið var so rívan til í útlendingamálum í 2004. Mongu málini vóru nóg álvarslig! Tað sum eg segði á tingi og í fjølmiðlum tá, var alt rætt. Kanska kundi eg av og á verið eitt vet diplomatiskari, helst so.
Hóast mær betri hevði dámt at sloppið undan hesum viðmerkingum, haldi eg best er, ikki minst fyri søgunnar skuld, at koma við hesum viðkomandi rættleiðingum til undanmann mín í útlendingamálum, Høgna Hoydal.
Sum fyrrverandi landsstýrismaður má eg ásanna, at friðarligari hevur verið á útlendingamálum seinastu árini. Harmiligt kortini, at ikki er komið víðari, eftir at eg av álvara tók málið upp.
Tað er tó hugstoytt, at Høgni er so unfair!
www.keldu.com
keldu@post.olivant.fo




