Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu: Hvørjum skulu leikfólk trúgva

John William Joensen

Stríðið móti verðurlagsbroytingum er nyttuleyst
– kósin frameftir er tillaging.

Ábyrgdarnetstjórin á “180grader” Ole Birk Olesen, hevur týtt til danskt bræv frá 100 viðurkendum vísindafólkum til aðalskrivaran hjá ST, undir heitinum: “Lat ikki veðurlagsráðstevnuna reka heimin á heilt skeiva kós”, skriva tey. – Ein oddagrein í 180grader.

Brævið hevur verið uppi og vent í altjóðaforum!

Dagfest 13. desember 2007.

Tygara Excelence Ban Ki-Moon
Aðalskrivari, Sameindu Tjóðir
New York, N.Y.

Kæri harra aðalskrivari,

Viðv.:ST Veðurlagsráðstevnu sum rekur heimin á heilt skeiva kós.

“Ikki er gjørligt at steðgað veðurlagsbroytingum, einum nátúrligum fyribrigdi ið hevur ávirka mannaættina upp ígjøgnum tíðirnar. Bæði jarðfrøðiliga, fornfrøðiliga, í munnligari og skrivligari søgu vátta øgiligar avbjóðingar, fortíðarinnar samfelagið upplivdi sum avleiðingar av broytingum í temperaturi, avfalli, vindi og øðrum veðurlagssveiggjum. Neyðugt er tí hjá okkum at gera londini mótstøðufør til alla heildina av hesum nátúrligu fyribrigdum við at økja búskaparligan vøkstur og skapan av vælferð”.

Hvør hevur rætt
Brævið frá hesum 100 vísindafólkunum er umrøtt á mótum, meiningar eru ymiskar, mong eru, “sum halda seg vita”, men nú vit eru í okkara “kjak- og argumentatións-tíðarskeiði ella –øld”, er hetta á okkara leiðum undir øllum umstøðum íkast til breiðari og meiri víðfevnt umrøðuevni, sum aftur og aftur eigur at verða drigið fram.

Eg havi tí loyvt mær at seta brævið í fullari longd á donskum máli inn á:
www.keldu.com
Kelda: 180 grader