Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu: Jakob Holdt og Henrik Fogh Rasmussen

John William Joensen

Tveir høvundar við rættuliga ymiskum sjónarmiðum um
sterkasta ríkið í heiminum – USA

Vit vóru ikki so fá, sum í áttatiárunum vóru til fyrilestur hjá høvundinum og myndamanninum Jacob Holdt undir heitinum “Amerikanske billeder”, har hann við eldhuga tók okkum USA-trúgvu á bóli.

Minnist meg rætt, var hann eisini í fólkaskúlum við hesum myndum. Hetta skuldi helst brúkast til at undirbyggja “sannleikan” av vánaliga umdøminum, sum m.a. okkara fjølmiðlaheimur í ávísan mun hevur róð uppundir.

Vit saknaðu tá eitt mótspæl undir hesum fyrilestrarrøðum.

Í fjør kom bók út undir heitinum “Amerikanske tilstande”, skrivað av Henrik Fogh Rasmussen, sum lýsir USA frá heilt aðrari síðu, har møguleikarnir og vinnaranmentaliteturin verður havdur á lofti og har nógvar misskiljingar verða afturvístar.

Fundur við einum orðaskifti
Hetta hevði við sær, at hesir báðir, sum báðir hava amerikanska konu og tí eru amerikanarar, vórðu bodnir at hava fyrilestrar á Rødovere Gymnasium.

Orðaskiftið, sum var hósdagin 31. januar, snúði seg um USA og amerikanska samfelagið.

Áhugavert er at hoyra munin á uppfatanini hjá hesum báðum høvundum av einum vinnaramentaliteti og uppgeving av framtíðini.

Fyri at fáa orðaskiftið, far inn á www.keldu.com

Kelda: Cepos