Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu: Kendi danski vindeygaframleiðarin VELFAC A/S sendir fólk til hús

(Hannefía Joensen)

Vindeygaídnaðurin: Afturgongdin í nýbygging í Danmark ger
nú av álvara vart við seg í vendygaídnaðinu, teir búgva
seg út til verri tíðir.

– Primo Vinduer A/S letur virkir aftur, og kappingarneytin Velfac fer at geva uppaftur fleiri fólkum uppsagnarboð

Nú sær av álvara trupult út hjá lokaløkinum í Ringkøbing, nú kenda vindeygafyritøkan Velfac A/S aftur sigur 230 fólkum av 805 úr starvi. Hetta skrivar dagblaðið Ringkøbing/Skjern.

Erhvervsbaldet skrivaði longu í januar mánaði, at í november í fjør fingu 100 fólk uppsøgn og í januar í ár aftur 85 fólk.

Afturgongdin í húsabygging í Danmark ger sítt, samstundis verður framleiðslan flutt úr Danmark til Polen, greiðir Kurt Bering Sørensen, stjóri frá.

Les hesar greinir í fullum líki inni á www.keldu.com

“Ny fyringsrunde hos Velfac A/S” 11.januar 2008

“Kæmpe fyringsrunde på vej hos velfac” 12.august 2008.
Í Erhvervsbaldet.

Kelda: Erhvervsbladet

Jógvan við Keldu