og hevur latið sakførara sínum málið um skrivingina í Oyggjatíðindum í dag.
Undir yvirskriftini Lover Boy tvinnar Oyggjatíðindi eitt byggimál í Klaksvík saman við at Landsstýrismaðurin í Innlendismálum, sambært blaðnum, skal hava svarað lýsing í dimmalætting frá einligari kvinnu í Havn.
Málið latið sakførara
Tá vit royndu at fáa viðmerking frá Landsstýrismanninum, vísti hann til sakførara sín, sum hann hevði latið málið.
Jógvan Páll Lassen, sakførari váttaði, at hann hevði sent blaðstóranum á Oyggjatíðindum, Dan Klein eitt bræv sum Norðlýsið síðani fekk hendur á.
Vit prenta her brævið frá Advokatfelagnum til Oyggjatíðindi:
Oyggjatíðindi Att: Dan Klein, ábyrgdarstjóri:
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður hevur vent sær til undirritaða í sambandi við grein í Oyggjatíðindum 5. januar 2005 undir yvirskriftini Lover Boy.
Blaðið brúkar meginpartin av forsíðuni til at umtala klient mín sum Lover Boy og hevur á síðu 3 eina grein um eina kontaktlýsing.
Alt innihaldið tí viðvíkjandi er tikið úr leysari luft, og hevur einki við veruleikan at gera og tað er so hvat tað er, men bæði uppseting, innihald v.m. av greinini er grovt ærumeiðandi og niðursetandi fyri mín klient, bæði tá hugsað verður um hansara starv sum landsstýrismaður og ikki minst hansara virksemi í frítíðini, sum tú sjálvandi ert kunnugur um, bæði hansara arbeiði innanfyri tónleik og innan ávísa kristiliga samkomu.
Greinin hevur eittans endamál, ið er at niðurseta virðið millum manna av klienti mínum.
Hetta verður ikki latið óátalað aftur við borðinum, og skal eg tí siga frá, at um so er, at viðlagda avsannan ikki verður prentað í fyrst komandi blað tykkara á sjónligum stað og at kr. 10.000,- verða goldnar til Reyða Kross í sambandi við innsavningina fyri Tsunami-vannlukkuna í Asien innan fríggjadagin 7. januar 2005, verður málið uttan aðra ávaring lagt fyri rættin fyri brot á revsilógina § 267 og verður bæði kravt endurgjad og harðasta revsing, sambært lógina.
Virðingarmest, Jógvan P. Lassen, adv."




