Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu, landsstýrismaður: Mælir til samanlagdar kommunur tvørtur um Lorvíksfjørð

John William Joensen

Jógvan við Keldu umboðaðið landsstýrið og segði at hetta var ein stórur heiður at fáa loyvi at siga nøkur orð, landsstýrisins vegna, nú fyrsta skotið klaksvíksmegin varð latið av.

Onki er yvir at dylja, at sálin í sambandi um Lorvíksfjørð hevur verið Jógvan við Keldu, sum nú fekk høvi at umboða landsstýrið á hesum stóra degi.
Fyrst í røðuni, heilsaði hann frá løgmanni og Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, sum høvdu kunna hugsa sær at verið her, men av ymiskum orsøkum bar tað teimum ikki til.
Síðani segði Jógvan við Keldu: "Tá skotið varð latið av í Lorvík í desember mánaða, hugleiddi eg aftur í søguna um gongdina í málinum, men ídag havi eg hug heldur at tosa um framtíðina og framtíðarmøguleikarnar.
Um tvey ár, verður tann stórhendingin veruleiki, at samanbundið verður millum Norðoyggjar og hin partin av Føroyum, men eg eri eitt lítið sindur ræddur fyri at vit eru eitt sindur seinir á sjóvarfallinum, í samband við fyrireikingar til at móttaka hetta sambandið og umframt tað, fari eg at mæla til, at Lorvík og Fuglafjørð og Klaksvík gerast ein kommuna.
Vit síggja ídag, at høvuðsstaðurin hevur stórar trupulleikar við at svølgja tí menning, ið har fer fram og her hevur landnyrðingsparturin í Føroyum ein gyltan møguleika og vónandi kennir hetta økið sína vitjunartíð við eini stórari menning.
Her verður talan um eitt samfelag, sum tænir fólkinum í hesum øki allar 24 tímarnar á døgninum og um hugt verður eftir skúlunum á Kambsdali, skúlunum í Klaksvík, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og ymiskum vinnumøguleikum, stendur hetta økið sera sterkt.
Umráðandi er, at vinnan, mentanarlívið, kommunur og landsmyndugleikar standa saman um hendan framburð."
Síðani takkaði Jógvan við Keldi, landsstýrismaður í innlendismálum vegna landsstýrið, Landsverkfrøðingsstovninum, NCC, kommunalu myndugleikunum, serliga í Lorvík og Klaksvík fyri gott samstarv og síðst men ikki minst frálíka nevndararbeiðinum, sum nevndin fyri P/F Norðoyatunnlinum hevði útinnt.
Við hesum átaki segði hann, at Føroyar eru eitt nógv ríkari samfelag, meira fleksibult og her vera heilt nýggir arbeiðismøguleikar og ynksti hann síðani føroyska samfelagnum hjartaliga tillukku við hesum megnar átaki, sum vónandi verður til holla nyttu frá tí degi um tvey ár, tá hendan farleið verður opin.
At enda ynksti hann Guds signing yvir land fólk.