Nú er avgjørt, at tað verður fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan við Keldu, sum skal lata seinasta skotið av í Norðoyatunnlinum leygardagin 25. juni.
Tað var nevniliga Jógvan við Keldu, ið á fyrsta sinni kom fram við hugsanunum um at gera ein tunnil undir Lorvíksfirði og tá fekk hann stóra mótstøðu, tí hildið varð at hetta var ein ov stórur gloypibiti fyri føroyska samfelagið.
Hátíðarhaldið verður leygardagin 25. juni kl. 17 og sum skilst so fer P/F Norðoyatunnilin at skipa fyri at dagurin ikki fer framvið uttan hóvasták.
Bjarni Djurholm er landsstýrismaður í vinnumálum og vit fregnaðust hjá honum um hvat hann helt um avgerðina. Bjarni Djúrholm heldur, at tað er ein virðiligur gestus sum Norðoyatunnilin sýnir Jógvani við Keldu, sum kom við kongstankanum um fasta sambandið um Lorvíksfjørð. Tað var fáur ið gav honum viðhald tá og tí er tað eitt gott hugskot at tað júst er Jógvan við Keldu, sum setur punktum fyri spreingingini undir Lorvíksfirði.




