Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og ávísir búskaparfrøðingar
ið eru frammi, eiga at gera sítt arbeiði betri og í størri breidd,
so tað tænir samfelt føroyska samfelagnum.
Kanska eg seinastu dagarnar í so ofta havi tikið dømi út frá listafólkum. Hóast tað, havi eg hug einaferð enn at brúka hetta dømi, sum er so sigandi.
Ofta hoyrast fólk siga, ið liggja tætt upp at evnaríkum og hepnum listafólkum, lista-málarum, høvundum, tónleikarum o.ø., sum hava givið okkum so nógv, at tað tey duga, duga tey væl, meðan tey í øðrum førum ofta eru ópraktisk.
Soleiðis tykjast bæði okkara landsstýrismaður í fíggjarmálum og fleiri av okkara búskaparfrøðingum. Hesir hava dygga gjøgnumførda bókliga útbúgving, hava skil á tølum sum nakar, men í heildini ópraktiskir. Í teirra verð er 2 + 2 altíð 4. Eitt deytt tal. T.d. at annað 2-talið kann ikki innihalda meiri enn hitt. Hetta er bert eitt deytt taltekn.
Føroyskur búskapur er ikki bara rá tøl, men tølini koma burtur úr tí, ið skapt verður, so ymiskligt tað nú er. Danski blokkstuðulin er ikki bara eitt tal uppá 615 mió. krónur, og er stuðulin burtur, so svøltar fólkið, sum Sambandsflokkurin í mong ár hevur billað Føroyafólki inn. So einfaldur er samfelagsbúskapur einaferð ikki.
Ikki orsøk til at Sandoyartunnilin bíðar
Samfelagið er samansett av evnaríkum fólki á øllum skapandi økjum og í øllum geografiskum pørtum av landinum.
Nú búskaparliga upphitingin økist, arbeiðsloysið er burtur og handverkarin, serliga í høvuðsstaðnum selur sína tænastu fyri hægri prís, eru landsstýrismaðurin í fíggjar-málum og ávísir búskaparfrøðingar frammi og biðja politikarin steðgað á, tí lampur-nar eru rodnaðar og vit ganga út móti eggini. Íløgur úti um landið mugu steðgast er niðurstøðan!
Sandoyartunnlinum skal útsetast til verri tíðir, fiskimannafrádrátturin skal burtur o.a.
Náttúrulógin og høvuðsstaðaríløgur
Eg trúgvi neyvan, at landsstýrismaðurin og hesir ávísu búskaparfrøðingar eru so óvitandi og kenna søguna so illa, at “nátúrulógin, sum hon virkar í Føroyum” er teimum so fremmand, at tá tíðirnar eru góðar er høvuðsstaðurin altíð langt á odda í upphitingini, og tá tíðirnar versnað, verða økini úti um landið bæði í rakstri og íløgum køvd, meðan almenni raksturin og íløguaktiviteturin í høvuðsstaðnum heldur fram ella í versta føri stendur í stað.
Upphitingin í Føroyum í dag er í høvuðsstaðnum, meðan økini úti um í landinum liva eitt nøkulunda vanligt lív við tí upp- og niðurgangandi konjukturi sum einaferð er.
Tí fari eg at heita bæði á landsstýrismannin í fíggjarmálum Magna Laksáfoss og hesar ávísu búskaparfrøðingar, sum eru frammi, um at gera sítt arbeiði betri, síggja meiri víðfevnda heild, so tað samfelt tænir føroyska samfelagnum og ikki bara tí einsháttaða geografiska øki teir nú einaferð sita í, meðan restin spakuliga verður týnt.
www.keldu.com
keldu@post.olivant.fo




