Løgmaður var samdur við mær, at neyðugt nú er at fáa gjørt nakað við desentralisering av almennum stovnum
Løgmaður var samdur við mær, at neyðugt nú er at fáa gjørt nakað við desentralisering av almennum stovnum og tað vóru tíggju tingfólk eisini, sum tóku lut í orðaskiftinum, tá eg setti løgmanni fyrispurningin 7. desember í fjør.
Hósdagin 7. desember í fjør, setti eg løgmanni soljóðandi fyrispurning, samstundis, sum eg hevði nakrar grundgevingar fyri fyrispurninginum: “Heldur løgmaður ikki, at tíðin er komin, har vit skulu fáa gjørt upp í hesum málum og stovnum, við at desentralisera partar av hesum økjum, so vit fáa fleiri fyrimunir: Bíligari og tryggari rakstur, lægri høliskostnað og eina effektivari arbeiðsgongd. Hvat ætlar løgmaður at fyritaka sær í hesum málum, nú visjón 2015 er fullvirkin?”
Fyrst er at siga, at løgmaður var ikki heilt samdur við mær um mínar grundgevingar, hóast hann seinni í sínum svari gav mær rætt, tá eg nevndi um ringa standin á Landssjúkrahúsinum og á Vinnuháskúlanum, sum vóru bert tvey av fleiri dømum, sum eg gav. Nakað kann vera rætt í tí, men lat tað fara!
Eg fari at endurgeva partar av áhugaverda svari løgmans, sum eg eisini trúgvi er hansara hjartans meining. Hann tók soleiðis til: “Nú vóni eg, at eg svari uppá tann rætta spurningin, tí soleiðis sum eg lesi henda spurningin, so gongur hann uppá at desentralisera partar av stovnum…….”
Tíverri bert tos
Henda staðfesting hansara er bæði røtt og rímilig, og sjálvur haldi eg, og fleiri við mær, at hesin táttur í okkara menning er sera viðkomandi nú visjón 2015 er fullvirkin.
Víðari sigur løgmaður í svarðinum: “Sjálvur haldi eg, at desentraliseringartosið er áhugavert. Tíverri mugu vit ásanna, at tað bert hevur verið við tos, tað hevur verið lítil handling aftanfyri hetta at desentralisera. Men táið man tosar um at desentralisera, so má man hava røttu motivatiónina, tey røttu argumentini, hví man vil desentralisera”.
Hetta er bæði rætt, satt og væl sagt og hóast staðfestingina hjá løgmanni, “at tað bert hevur verið við tos” higartil, eru møguleikar enn at fara í holt við hetta.
Meiri víðfevnt ment samfelag
Út frá hesi seinastu grein av áðurskrivaðu fýra greinum, har eg vísti á nakrar veruligar samfelagsligar staðfestingar, verður heitt á løgmann um at taka stig til, saman við samgonguni, at ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkur verður settur at gera uppskot til bygnaðarbroytingar, at áðurgjørd arbeiði og úgreiningar verða løgd sum grundarlag, og at hetta arbeiði verður útint innan tríggir mánaðir eru farnir.
Lagt eigur vera afturat, sum er sera viðkomandi, at í samband við fyrispurningin, vóru ikki færri enn tíggju tingfólk, sum gjørdu viðmerkingar, sum øll vóru samd um, at tað nú átti at verða gjørt nakað, tí samfelagið var so skeiklað av lagi, og neyðugt var, at vit m.a. fáa meiri dynamikk, lægri kostnað, hølisleigur og eitt sunnari og meiri víðvfevnt ment samfelag.
Tí vóni eg, at eg, at gingið er áheitanini og svarinum frá løgmanni á møti.
(Seinasta av íalt fimm greinum um sama evnið?
www.keldu.com
keldu@post.olivant.fo




