Nú um- og útbygt verður á Landssjúkrahúsinum fyri stívliga hálva milliard krónur, og um- og útbygt er í Suðuroy fyri 150 mió. krónur, er eitt vælvirkandi Klaksvíkar Sjúkrahús dottið niður ímillum.
– Yvirskipaður politiskur sjúkrahúsbygnaður hevur tørvað í mong ár.
Týsdagin 21. mars viðgjørdi løgtingið uppskotið til løgtingslóg um at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið, har mælt verður til, umframt tær 150 mió. krónurnar, sum eru brúktar higartil, at seta av 35 mió. kr. tíggju fylgjandi ár t.v.s. 350 mió.krónur.
Í hesi grein fari eg at greiða frá onkrum av tí eg segði undir viðgerðini á tingi og grundgeva fyri míni støðutakan.
Eins og framsøgufólkini fyri politisku flokkarnar, tók eg eisini í høvuðsheitum undir við út- og umbyggingini av Landssjúkrahúsinum, men sóknaðist eftir og saknaði ein politiskt yvirskipaðan sjúkrahúsbygnað, sum eg í fleiri ár havi gjørt vart við, og sum tíanverri ongantíð er komin.
Tað tykist hóast alt, sum eg nevndi, at Teknisku skúlarnir nú í høvuðsheitum vita hvat skal verða á hvørjum skúla, og soleiðis fáa síni bein at standa á. Her hevur sjúkrahúsøkið nakað at eftirfylgja.
Tørvandi rationaliseringar
Bygt hevur verið út og um í Suðuroy fyri 150 mió. krónur, og út- og umbyggingin av Landssjúkrahúsinum fer at kosta minst eina hálva milliard krónur – helst væl meira, tá avtornar – uttan at vit hava sæð serligar rationaliseringar og uttan at nakar politiskt yvirskipaður sjúkrahúsbygnaður er gjørdur. – Hetta er dýrur ineffektivur leikur.
Út- og umbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi er av hesi orsøk dottið niður-ímillum, og burtursæð frá eini smávegis uppíbygging í 1988, er slettis einki hent síðani 1960, tá eystur-vesturbygningurin kom uppí.
Álit um sjúkrahúsøkið á veg
Sum eg vísti á, er lógarfest, at trý sjúkrahús eru og skulu vera í Føroyum, og tí er umráðandi, at arbeitt verður út frá hesum veruleika.
Eftir at eg spurdi landsstýrismannin í heilsumálum, Hans Paula Strøm, nær vit kundu roknað við at vit fáa ein politiskt yvirskipaðan sjúkrahúsbygnað, upplýsti hann, at eitt álit veður lagt fyri tingið um Ólavsøkuleitið.
Hetta fekk Tórbjørn Jacobsen, tingmann at reisast og helt tað vera løgið, at eg skuldi spyrja landsstýrismannin, hvørjar viðsjónir hann hevði, "tí vil eg spyrja Jógvan við Keldu, hvørjar visjónir hann hevur fyri Klaksvíkar Sjúkrahús".
Sum eg ofta fyrr havi nevnt, gav eg honum sama svarið, at mín støða er greið, at Klaksvíkar Sjúkrahús eigur at verða, sum lógin er skipað, sjúkrahús við medisinskari og kirurgiskari deild, við m.a. tveimum sergreinum, har onnur er ortopedisk skurðviðgerð, sum sjúkrahúsið hevur vant bæði læknar, heilsurøktarfrøðingar og starvsfólk annars til, og sum í meira enn 30 ár hevur virkað framúr væl.
Samstundis greiddi eg honum og tingfólkum annars frá, at til hetta krevst peningur, játtaður av løgtinginum, sum avgjørt hevur skortað uppá.
Munur á viðferð
Vísi annars í aðrari grein í blaðnum í dag til tørvandi játtanir, og vísi eisini á, hvussu Klaksvíkar Sjúk-rahús er misrøkt frá politiskari síðu bæði í rakstrarjáttan og íløgum.
Annars helt eg, at øll orsøk var at finnast at Heilsumálastýrinum, fyri ymiskligu viðferðini Lands- og Klaksvíkar Sjúkrahús fáa. Var hend ein ella onnur skeiv fíggjarlig dispositión, fekk Klaksvíkar Sjúkrahús "eina nøs", meðan um yvirtrekk er á Landssjúkrahúsrokniskapinum, sum milt sagt, ikki so sjáldan hendir, verða krøvini bert, at "vit mugu hava tvinnar økonomar afturat". – Hetta góvu onkur tingfólk mær rætt í.
Broyting við Norðoyatunnlinum.
Sum eg vísti á, so hava flest øll, uttan ovasta sjúkrahúsleiðlsan gjørt seg út til Norðoyatunnilin, nú vegurin úr eysturoynni er styttur við hálvum til ein tíma til næsta sjúkrahúsið, sum er Klaksvíkar Sjúkrahús, og Eysturoyggin tí er nátúrligt upptøkuøki fyri Klaksvíkar sjúkrahús.
Vit kunnu fegnast um, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, kemur við einum álitið, sum tann arbeiðssami maður hann er. Men eg bíði við spenningi eftir, hvussu hetta innihaldsliga sær út, og hvør fyribils hevur stungið út í kortið, so at Klaksvíkar Sjúrkahús verður varðveitt og útbygt við tí dygd, sum hetta nú einaferð er víðakent fyri




