Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður: Meiriluti í Tjóðveldinum minniluti í Fólkaflokkinum

John William Joensen

Satt at siga, hevði eg Hergeir Nielsen í tonkunum, tá eg skrivaði greinina,

“Nær endar fløkjan hjá formansskapinum”, tí eg veit av royndum, at Tjóðveldi í flestu førum bara liggur aftanfyri streymtangar og bíðar eftir, hvat kemur rekandi, fyri síðani at fáa sett kílar inn.

Satt at siga, hevði eg Hergeir Nielsen í tonkunum, tá eg skrivaði greinina, “Nær endar fløkjan hjá formansskapinum”, tí eg veit av royndum, at Tjóðveldi í flestu førum bara liggur aftanfyri streymtangar og bíðar eftir, hvat kemur rekandi, fyri síðani at fáa sett kílar inn. Tí hevði eg roknað við eini viðmerking frá honum.

Men lat meg fyrst gera greitt, at soleiðis, sum upp hevur verið gjørt, er ein meiriluti í Tjóðveldinum fyri at gera Føroyar til eitt valdømi, meðan í Fólkaflokkinum atkvøður ein minniluti fyri at Føroyar gerast eitt valdømi. Tað er ein munur.

Ja, eg havi hildið og haldi framvegis, at Óli Breckmann átti at tikið eina meiri avgjørda frástøðu til hetta viðkvæma og óupplýsta mál frá okkara løgtingsformanni.

Hetta er bara eitt dømi um hvussu sterkt tak lokalpolitikkurin í høvuðsstaðnum hevur á okkara tingfólk búsitandi har.

Tjóðveldi eisini í fløkjuni

Øll tingfólkini í Suðurstreymi uttan Kristian Magnussen tóku undir, uttan at hugsa um avleiðingarnar, og í blindleikanum uttan at geva sær far um, at royndir samfelags- og stjórnmálafrøðingar ávaðaðu um ikki at reka hetta mál ígjøgnum í óðum verkum, eittt mál, sum hevur ein sovorðnan grundleggjandi týdning, sum løgtingsvallógin hevur.

Nei, fløkjan liggur ikki einvíst hjá umboðum í Suðurstreymi hjá Fólkaflokkinum, men so sanniliga eisini í Tjóðveldinum, har meirilutin sigur seg fara at atkvøða fyri einum valdømi.

Men livst so spyrst tá málið kemur aftur úr Rættarnevndini ein av fyrstu døgunnm.