Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður: Norðoyatunnilin størri og øðrvísi samfelagsligt virði enn Vágatunnilin

Oliver Joensen

Fuglafjørður, Leirvík, Gøtu og síðani eitt korter vestanfyri, Skálafjørðurin, fer saman við øllum møguleikum
eystanfyri við Klaksvíkini at geva samfelagnum eitt nógv betur íkast.

Vit føroyingar hava valla nakrantíð livað í eini meiri spennandi og mennandi tíð samferðsluliga enn júst í hesum árum, nú útbygt verður á so gott sum øllum økjum.
Sjálvandi var seinasta øldin merkt av, at vit vórðu knýtt meiri regluliga at umheiminum. Vegir, tunnlar og brýr vórðu bygd innlendis – serliga seinna helming. Samstundis fekst betur skil á ferðslæðrunum, meðan akførini av ymiskum sløgum tóku til.
Ofta er tí ilt at meta um, hvør tíð og hvørji átøk hava hægri virði enn onnur. – Men nútíðin er ótrúliga spennandi.
Samskifti og samferðsla er týdningarmesti táttur í effektivisering av einum samfelagi, fyri vinnuna, samstarv á skúlaøkinum og átøkum innan mentanarlívið kveikja hesi nýggjar leiðir.
Eingin ivi er í, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin koma báðir – hvør á sín hátt – at hava týðiligar framtíðarmøguleikar. 

Heilt hvør sín
Vágatunnilin gevur ein týdningarmiklan lættleika fyri tey mongu at ferðast millum meginlandið og Flogvøllin, samstundis sum nógv hevur verið frammi um, at gott er at kunna búgva í Vágum og arbeiða í Tórshavn, nakað í privatum fyritøkum men serliga á almennum stovnum. – Síðani hevur tað sjálvandi stóran fyrimun fyri vinnuna
Norðoyatunnilin fer har afturímóti at geva samfelagnum stórar møguleikar á øllum økjum.
Fuglafjørður, Leirvík og Gøta eru sterk og traditiónsrík vinnupláss, Skálafjørðurin liggur eitt korter vestanfyri við ótømandi møguleikum. – Í hesum plássum finnast breið útboð av øllum vinnum, og á Kambsdali liggja handils- og skúladeplar.
Eystanfyri – við knøppum korteri fráleika – liggur Klaksvíkin við góðum havnarmøguleikum, við eini sterkari vinnu, eitt býarsamfelag við sløkum 5.000 fólkum, eitt væl útbygt sjúkrahús, Tekniskur skúli, Sjómansskúlin, Húsarhalds- og Handarbeiðsskúli og aðrir tílíkir stovnar.

15.000 íbúgvar
Eitt tætt mentanarligt samstarv við samfeldum einleika kann fáast at virka við einum fólkaundirlagi við eini 15.000 íbúgvum.
Alt hetta fer at geva handils- og mentanarlívinum dyggar møguleikar, samstundis sum sosiala samverðan verður týðiliga broytt, og samstarvið millum kommunulæknaliga partin kann taka dik á seg.
Hóast Vágatunnillin gevur okkum øllum góðar møguleikar, kemur Norðoyatunnilin at vísa seg við uppaftur størri samfelagsligum týdningi vinnuliga, tættari á samstarvsliga mentanarøkinum og á so mangar aðrar mátar, sum eg ikki havi víst á her, men kann gera meiri við seinni.
www.get.to/keldu
keldu@post.olivant.fo