Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður og býráðslimur: Vinnulív og mentan

John William Joensen

Klaksvík – Fuglafjørður – Nordvesten

Sjálvandi hevur land okkara brúk fyri bæði vinnulívi og mentanarátøkum. Góðar samverur geva gylt.

Seinasta longda vikuskifti var sannur hátíðardámur yvir býnum. Í býi okkara og landi, sum liggja so mikið avsíðis, kennast tílíkir dagar gevandi.
Nordvesten-tiltakið sær út til at hava fingið sínar føstu karmar. Hóast tað, tykist tað ikki bert at vera endurtøkur, men nýggj tiltøk og nýggj fólk. 
– Hesaferð var Lemvig-økið ikki umboðað, men veikari gjørdist ikki, at Ísland kom á pallin.
Myndlistin bæði her heima, úr Íslandi og úr Noregi var umboðað.
 – Máltingið hevur sín avgjørda týdning ì Útnorði.
Sjónleikarar bæði úr yngra og eldra ættarliðinum tóku lut, dansarar úr Noregi og úr Føroyum vóru við á stevnuni og tónlistarligi parturin gav sanniliga sítt.
Gevandi samverður sum kaffiborðið á Nósloyarpálsgøtu og kvøldarløtan úti í Grøv, og mong onnur góð tiltøk.
Einki er at ivast í, at hesin mentanarligi táttur eins væl og okkara vinnulív eru neyðugur tættir, og vit eiga at geva hesum øktan ans.

Gevandi samstørv
Tað eru ikki so mong ár síðani, at høvundar okkara gjørdu sær dælt av at skriva niður-setandi um óskikkiligar reiðarar. Samstundis var ofta hildið frá vinnuligu síðuni, at tað var ikki at arbeiða at virka við mentanarligum og listarligum átøkum.
Um vit bert taka seinastu 5 árini eru hesir tættir dyggari tvinnaðir saman.Vónandi, gevst uppaftur betri samstarv, sum kann gerast dygt framtak hjá báðum pørtum.
Tó harmist eg um, at vinarbýarsamstarvið í løtuni verður niðurprioriterað, tí hesin partur hevur ótrúliga stóran týdning á allan hátt bæði fyri børn okkara,yngra fólkið og okkum øll onnur.
Vit hava brúk fyri at koma út, neyðugt er hjá okkum at fáa upplivingar uttan í frá, sum kunnu geva okkum hugsjónir og víðari sjónarring.

Dávur Winther, samskipari
Tað verður ikki tikið nakað frá nøkrum, um eg nevni Dáva Winther, sum hevur verið samskipari av Nordvesten, og samskipari av nógvum góðum mentanartiltøkum mongu seinnu árini.
Onkur av norðmonnunum tók til undir døgverðanum í Skálanaum: "Tað varð helst einki Nordvesten uttan Dáva Winther".
Klaksvík hevur nógvar og góðar møguleikar, serliga nú vit fáa fast samband við hin partin av Føroyum, her er umráðandi, at Norðoyggjar, Leirvík og Fuglafjørður draga eina línu. Nordvesten hevur í øllum førum elvt til betur samstarv okkara millum.
Heildin liggur í samstarvi millum vinnulívið og mentanarøkið, millum Norðoyggjar, Leirvík og Fuglafjørð.
Bert ein tøkk fyri og nøkur vælmeint orð um tiltakið Nordvesten. Latið okkum í samstarvi økja okkara góðu og ríku ávirkan á land og fólk okkara.
Eg eri ikki sørt errin av, at Norðurlendski Mentanargrunnurin var við til at fíggja væleydnaða tiltakið Nordvesten.