Væl vald svar frá Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóra í Runavík, hóast Høgni Djurhuus hevði ætlað ein størri glymardans.
Eingin ivi er í, at teir báðir útvarpsmenninir, Høgni Djurhuus og Gunnar Skúvadal, ætlaðu at hava sum høvuðsboðskap á middegi seinasta leygardag at "leypa øði í grind-ina", tí Smyril Line hevði valt at brúka havnina í Ánunum til Norrønu.
Psykologiin, sum er ein av lærugreinunum hjá hesum, rakk ikki til, tá samrøðan varð gjørd við borg-arstjóran í Runavík, Hans Jacob Lamhauge.
Meðan eg var borgarstjóri í Klaksvík í 1990unum hevði býráðið oljuvirksem-ið til viðgerðar. Vit høvdu ikki færri enn tvinnar dugnaligar konsulentar úr Danmørk og Noregi, sum ráðgóvu býráðnum bæði innan fiski- og oljuvinnu.
Niðurstøðan hjá býráðn-um tá var at fara undir útbygging av havnarlagnum í Ánunum, soleiðis at í fyrstu syftu fiskivinnan og útflutning ur av fiski kundi fáa betri sømdir. Hvat síðani kundi koma, fór at verða tikið upp til ta tíð.
Vit vóru við á kanningarferðum í Hetlandi og í Noregi saman við kommunupolitik-arum aðrastaðni frá í Føroyum.
Inn- og útflutningur fer at økjast í Ánunum
Eftir drúgvt fundarvirksemi í býráðnum og saman við serkønum fólki, gjørdu vit av at velja fiskivinnuna fyribils, meðan Runavík og Tvøroyri satsaðu uppá oljuna, tí vit hildu ikki at neyðugt var at fleiri fóru at kappast um oljuvirksemið.
Um hetta mundið hevði Norðlýsið fleiri samrøður bæði við meg og aðrar kommunu-politikarar, har týðiliga kom fram, at vit vóru samdir um hetta.
Hetta er ein av orsøkunum til, at Norrøna valdi ánirnar, tí nú frystigoymsla verður bygd har, kemur dynamikkurin, sum ídag er stórur, at økjast á havnini í Ánunum.
Tí haldi eg, at borgarstjórin í Runavík, Hans Jacob Lamhauge, sum tann vitugi maður hann er, kom sera væl frá trýstinum frá Høgna Djurhuus, fjølmiðlamanni, sum royndi eitt meiri niðursetandi tos, um avgerðina hjá Smyril Line. – Tað eydnaðist ikki.
Borgarstjórin segði m.a. " Hetta er handil tað er bara ein sum vinnur. Vit fara at bjóða okkum framaftur"! – Hvør veit, oljan er kanska nærri enn vit ímynda okkum!
Soleiðis er, tá talan er um forrætinginsprinsip. Eingin vinnur hvørjaferð, men tað er altíð neyðugt at leggja á aftur.
Sjálvandi áttu fjølmiðlamenninir at vita eitt sindur um søguligu gongdina. Men tað nýtist teimum jú ikki!




