Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, skrivar: Eiga at vera ímóti at Føroyar gerast eitt valdømi

John William Joensen

Nakrar fáa viðmerkingar til uppskotið hjá Kára P. Højgaard, sum legði fyri løgtingið at Føroyar skulu gerast eitt valdømi

Í oddagrein í næstseinasta Norðlýsi, segði blaðið “Kortanei til eitt vældømi”, og kom við ymiskum viðkomandi grundgevingum fyri, at hetta fer at skaða øki uttanfyri høvuðsstaðin. Hesar grundgevingar vóru góðar og viðkomandi.

Í míni røðu í løgtinginum,  tá málið um Føroyar sum eitt valdømi var fyri, nevndi eg, eins og eg fyrr havi nevnt, og sum eg helt fram meðan eg var landsstýrismaður í lógarmálum, at eingin orsøk var og er til, at Føroyar gerast eitt valdømi. Eisini serkønir á økinum halda, at ikki er endiliga neyðugt, at Føroyar gerast eitt valdømi, fyri at gera tær fáu justeringar, sum skulu til, fyri at fáa fulla virkna av vallógini.

Sum eg fleiri ferðir havi nevnt, eru nakrar orsøkir fyri, at eg eri ímóti at Føroyar gerast eitt valdømi.
Ein er, øktu møguleikarnir fyri yvirvágin av tinglimum verður í høvuðsstaðnu, tí har   eru fjølmiðlarnir, peningurin, profileringin og sum oftast tann størri sameindi hópurin í einum flokki.

Onnur orsøkin er, at tá fáa sentralistarnir frið at savna alt á einum staði, uttan nakra mótstøðu og alt skjótari endar í høvuðsstaðnum.

Grønland eitt ræðandi dømi
Triðja orsøkin fyri at eg eri ímóti er, at Grønland, sum einasta land í Evropu hevur eitt valdømi, tó hevur onkur nevnt Háland. Grønland hevur fleiri ferðir tosað um at tikið málið uppaftur til viðgerðar, tí tað virkar ikki eftir ætlan.

Í Grønlandi búgva 23 av 31 tinglimum í høvuðsstaðnum Nuuk, og samstundis eru tað øki í landinum, har slettis eingin tinglimur er valdur.

Hyggja vit so eftir, hvørji tey eru, sum eru fyri at fáa eitt valdømi, er tað fyri  allarstørsta partin teir løgtingslimir, sum búgva og eru valdir í Suðurstreymi.

Nei, sum eisini oddagreinin nevnir í Norðlýsinum, latið okkum halda fast við núverandi skipan og gera tær justringar, sum skulu til.

Lat meg til seinast siga, tað kann undra, hví formaður Sjálvstýrisfloksins so altráður gongur inn fyri  einum valdømi, um hann hugsar um framgongd í øllum landinum – og tó!