Undirritaði vil við hesum kunna um, at eg í kvøld havi meldað Jógvan við Keldu til løgregluna fyri ólógliga mannagongd í samband við útvísing av Rajko og Sladianu Petrovic.
Grundgevingin fyri meldinum er, at fólkini ikki hava fingið allarminstu forhándskunning frá Innlendismálaráðnum, innan løgreglan møtir á staðnum í gjár við skrivligum boðum at tey eru útvíst.
Hetta stríðir greitt móti øllum grundleggjandi mannarættindum og er eingin ivi, at hetta er í grovari andsøgn við vanliga siðalæru og um hvussu fólk eiga at verða viðfarin á mannsømiligan hátt.
Eg havi samstundis melda løgregluna fyri ikki at hava fylgt eini mannagongd, ið eg eri vísur í teir skulu fylgja, nevniliga at eftirkanna um framferðarhátturin í útvísingini er fylgdur.
Hetta hevur løgreglan opinbart ikki gjørt, og hevur hon eftir bestu sannføring míni dummað seg út um øll mørk og framt ólogliga atgerð.
Kriminalløgreglan kemur at viðgera málið í morgin kl. 8.00 og vil eg eftir hetta kunna um niðurstøðuna.
Eg vil ikki sum føroyingur góðtaka, at útlendingar verða viðfarnir sum hundar og ótýggi í landi okkara, og vil tí samstundis gera Løgmanni varugan við hesi viðuskifti og krevja at hann í stundini tekur stig til at taka aftur tað skriv Innlendismálaráðið hevur sent løgregluni um útvísing.
——-
Eftir nærri kanning av málinum er komið fram, at Sladiana Petrovic søkti um longt arbeiðs- og uppihaldsloyvi í september 2004, eftir at arbeiðspláss hennara í Sørvági fór av knóranum. Fiskavirking í Miðvági hevði brúk fyri henni og setti hana í starv eftir hetta.
Síðan hoyrdi Sladiana einki, fyrr enn hon og maðurin fingu politivitjan á miðjari nátt við teim boðum, at hon fekk ikki arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Hetta kann ikki skiljast annarleiðis, enn at útvísing var í umbúna.
Talan er um grundleggjandi etisk og moralsk virði, ið løgtingslimurin Jógvan við Keldu skúgvar til viks. Próvførðsla er sera trupul í slíkum málum, men eigur samfelagið og leiðsla tess fullkomiliga at vísa frá sær slíkan atburð, og staðfesta hetta við at koyra Jógvan við Keldu úr Løgtinginum.
Valbarið eigur at takast frá Jógvani, tá tign og heiður løgtingsmanna á ongan hátt má koma niður á slíkt støði.
————-
Vinarliga
Kári Thomsen
Sigmundargøta 10
Tórshavn




