Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu: Ómenniskjalig krøv til eitt komandi býráð

John William Joensen

Norðlýsið fer frá nú av og til heystar at viðgera kommunuvalið, og vil heita á fólk um at skriva og seta sínar meiningar á prent um, hvat verður mett týdningarmesta, fyri at fáa næststørstu kommunu í Føroyum at mennast og liva upp til heitið.

Red: Fyrsta innleggið kemur frá Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóra og landsstýrismanni í kommunumálum.

Ómenniskjalig krøv til eitt komandi býráð

Landspolitikarar saman við embætisfólki fara alt meiri kaldir at skorða undir eina dyggari sentralisering í framtíðini við
einum valdømi. Hetta leggur trýst á Klaksvík

Nú Norðlýsið leggur upp til orðaskifti í samband við, at býráðsval verður í heyst, og ynskir at persónar gera nakrar metingar í blaðum um, hvat eitt komandi býráð skal taka sær av, og hvørji krøv verða sett til býráðslimirnar, havi eg í fyrsta umfari valt at koma við nøkrum fáum yvirorðnaðum viðmerkingum.

Við løgtingssamtyktini um at gera Føroyar til eitt valdømi, er umráðandi, at vit fáa eitt sterkt savnandi býráð, sum gongur undan við hugsjónum, setur greið vakstrarmál og beinanvegin tekur vinnuna, mentanar- og undirvísingarlívið o.o. við í arbeiðið.

Hóast fiskivinnan næstan er einasti útflutningur føroyinga, og verður tað mong ár, koma færri fólk og fleiri tól at viðgera færri nøgdir, men neyðugt er at meiriviðgera vørurnar og leggja dent á dyggari marknaðarføring av burðadyggum fiskavørum.

KST vinnan eykast og verður í framtíðini ein enn tættari fylgisveinur hjá bæði privatum- og almennum tænastum. – Klaksvíkin eigur at økja um hesa vinnu, sum hevur verið lutfalsliga sterk og var undangonguvinna her.

Hvat hevur alt hetta so við eitt komandi býráðsval at gera?

Møguleikarnir eru góðir
Vit eiga í enn greiðari mál at staðfesta Klaksvík, sum næststørsta bý, liggur á odda í fiskivinnuni og við Norðoyatunlinum, hevur býurin nógvar møguleikar.

Norðhavnin í Ánunum saman við Norðoyatunlinum er gáva til fólkið í Klaksvík og Norðoyggjum. Svimjihøllin og ítróttarhallirnar/ítróttarøkið og handils- og ídnaðarøkið í Klingrugarði draga fólk higar.

Miðbýurin við handils- og tænastuhølum við frálíku verkætlanini við tónlista- og mentanardepli sum hevði sínar møguleikar, má takast fram aftur. Her eigur at verða lagt støðugt og dyggiligt arbeiði í, tí hetta er ein neyðug uppgáva at verða framd.

Klaksvíkar Handilsfelag er meiri sjónligt og virkið og Íverksetarahúsið gongur síni fyrstu og avgerandi stig.

Gamla Klaksvíkin og Leikalund eru har sum mentanarberi.

Seinni kundi eg hugsa mær at komið við nærri útgreiningum og nærri inn á býarætlanir, útbyggingar, sjálvt vinnulívið, sjúkrahús, møguleikar til grundøki til bústaðir, vinnur, almennar bygningar, skrivstovur, møguleikar hjá ungum o.a.

Samandráttur:
Sum nevnt so fara Klaksvíkin sum heild og eitt komandi býrað at standa fyri ómenniskjaligum krøvum, nógv størri krøvum enn vit duga at ímynda okkum, har landspolitikarar okkara ískaldir saman við sentraliserandi embætisfólkum alt meiri fara at skorða undir eina sterka sentralisering. Her skal nógv til, fyri at vinna fram.

Tí er neyðugt, at hvør einstakur sær álvaran í – so ella so – at vera við til at lyfta Klaksvík fram og kenna ábyrgd í samstarvi. Her er eingin vegur uttan um.
Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri