Spurningurin í Brynhildartátti er í øllum førum hugvekjandi
Úr Brynhildartátti, hjá Brynhild Thomsen í Dimmalættingar-blogguni – Brynhild er holl í skrivikynstri – sæst ein yvirskrift: “Public Service er Guð”. Hon sigur, at hon roynir, torført sum tað er, at trilva seg fram til eitt svar at geva átta gomlu dóttrini um trúgv og vitan, men tykist týðiliga rædd fyri, at útvarpið indoktrinerar á hesum øki.
Loftmiðlarnir hava ofta ávirkan á lurtarar og hyggjarar henda ella handavegin, sum eg fyrr havi víst á, tí hava hesir stovnar serstaka ábyrgd.
Hetta er nevniliga áhugaverdur spurningur Brynhild tekur upp. Hon nevnir millum annað at 15- ára aldursmark átti at verið sett á barnaløtur. Ja, eg veit ikki!
Týsklærarin
Út frá áhugaverdu blogguni kom eg at hugsa um, tá vit høvdu javnaðarpolitikaran, fólkatingsmannin og prestin Johan Nielsen í týskum í millumskúlanum. Øll upplivdu vit hann sum spennandi frásøgumann, inspirerandi og ótrúliga gløggan.
Eg skal ikki siga, at tað í hvørjum tíma var tosað um politikk, men allarflestu.
Hann fekk loyvið til at indoktrinera okkum í javnaðarhugsjónini, samstundis sum hann gav okkum høvið at verja okkara politisku sjónarmið. Hetta var spennandi. Eg vardi Fólkaflokkin eftir frægastu evnum, onnur vardu teirra flokk.
Var tað nakar, sum hevði evni og orku til indoktrinering at fáa okkum næmingar, sum vóru í 12-13 ára aldri at velja Javnaðarflokkin, so var tað hesin javnaðarpolitikarin. Onkrir aðrir lærarar gjørdu tað eisini um enn í minni mun.
Eftir at hava kannað eftir, so minnist eg ongan næming úr okkara flokki, sum fór úr skúlanum sum javnaðarfólk.
Hóast vit ofta eiga at tala at, er spurningurin, um vit skulu óttast indoktrinering av børnum okkara, um vit sum foreldur kenna ábyrgd?
Útlendskt fjølmiðlafólk hevur sagt, at nøkur fá fjølmiðlafólk manipulera miðvíst, meðan hini eru so intigreraði politiskt, at tey vita ikki av tí.
Spurningurin í Brynhildartátti er í øllum førum hugvekjandi!




