Suðuroyggin, Sandoyggin og Vágoyggin kunnu ikki
samanberast við Norðoyggjar og Suðurstreymoy.
Eftir at hava hoyrt Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra í Útvarpi Føroya og á Rás 2, samstundis sum eg havi lisið grein hansara á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, má eg tíverri staðfesta, at vit eru ikki samdir í hesum máli.
Munurin er, at hann uttan ampa frásigur okkum heitið Klaksvíkar Kommuna og broytir tað til Norðoya Kommuna, meðan eg meti, at Klaksvík, sum hevur millum 80 og 90 prosent í økinum bæði vinnuliga og í fólkatali eigur at menna samleikan í Klaksvík, ikki minst í hesum døgum við stóra áganginum frá sentralismuni.
Nevnt var í loftmiðlunum, at vit kanska eisini fóru at fáa eina Suðuroyar Kommunu.
Staðfest eigur at vera, at í Suðuroy eru tveir býir eins til støddar, Tvøroyri og Vágur, so hava vit tvær aðrar bygdir Hvalba og Porkeri. Á Sandoynni eru Skopun og Sandur, í Vágum tríggjar eins stórar bygdir. Tí kann “yvirorðnað” navn brúkast.
Hetta er ikki støðan í Norðoyggjum.
Mugu menna samleikan
Eingin í Tórshavnar býráð hevði komið sær at kalla Tórshavnar Kommunu Suður-streymoyar Kommunu, tá Kollafjørður kom uppí. Tórshavn er nógv størsti luturin.
Klaksvík er nógvar ferðir størsti lutur av Norðoyggjum bæði so og so.
Tann ið kennir søgu kommununnar, tá Klaksvík fór burtur úr Norðoya Kommunu í 1908, kennir orsøkina, og hevur merkt sær hana.
Fyri at draga saman um er at siga, at sjálvandi eiga allar kommunur í Norðoyggjum at verða eitt øki. Vit eiga fyribils at varðveita heitið Klaksvíkar Kommuna, nevniliga, tí “Klaksvík er Norðoya móðir”, sum borgarstjórin endurtekur frá Bernhardi Brim.
Eg havi mótmælt hesi navnabroyting og fari inniliga at heita á okkara ráðandi nú í góðari tí, at taka frástøðu frá eini navnabroyting nú, bæði tí at allar bygdir í Norð-oyggjum ikki eru við, vit vita ikki hvat hendir í Eysturoy. Hetta er stórt og grund-leggjandi stig, at vit avsiga samleikan Klaksvík, hóast sjálvt býarnavnið Klaksvík sleppir at standa. – Møguliga skal ein tílík stórbroyting eisini út til fólkaatkvøðu!
Eingin forðing í framtíðini
Nú borgarstjórin sigur, at vónleyst er at vit sleppa yvir um Leirvíksfjørð, tí løgtingssamtyktin hevur býtt kommunalu eindirnar upp, so veit ein og hvør, ið hevur fylgt við, at hetta ikki er rætt, tað gekk eisini fram av orðaskiftinum á tingi. Vilja Leirvík, Gøtu, Fuglafjørður og kanska í framtíðini Skálafjørðurin og Klaksvík leggja saman, verður eingin forðing fyri tí frá landsalmennum staði. – Hetta kemur so møguliga, sum fyrr er framkomið, at fáa heitið Eysturkommunan.
“Men ongin orsøk er til at taka hattin av, fyrr enn ein sær mannin”!




