Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu: Útlendingadesperatiónin í Danmark økist

John William Joensen

Politiska skipanin í Føroyum er viðkvom og veik. Roynt
verður ofta at fáa mál avgjørd eftir kenslum heldur enn
sambært lógarparagraffir

Seinastu tíðina – serliga – hava mong og grov álop verið framd á hampafólk í Danmark av kriminellum og hálvkriminellum útlendingum, ið fyri tað mesta eru komnir inn úr Eysturevropa. Mong friðafólk eru komin illa fyri!

Løgreglan kannar, skrivar rapportir, men skal sjálvandi ansað eftir, at hon ikki fer “ov” harðliga fram, so hon verður settir upp móti vegginum, og øsing frá fólki, ið ikki skilja álvarsemið, ger um seg. Løgreglan verður hóast alt goldin fyri at verja borgaran í landinum. – Lutfalsliga fá brotsverk verða avdúkað.

Vandi við øktum arbeiðsloysi
Eingin ivi er í, nú arbeiðsloysið fer at økjast í Danmark, og fleiri útlendingar ikki fara aftur av landinum, koma lógarbrotini at taka til. – Danin er ræddur!
Eisini í Føroyum er nú latið meiri upp fyri ófaklærdum úr Eysturevropa, fyri at fáa fatur á ófaklærdari arbeiðsmegi.

Nú øll tekin eru um, at arbeiðsloysið fer at økjast bæði uttan um okkum og her á landi, eiga vit at vera varðin við innflyting av ófaklærdari útlendskari arbeiðsmegi.

Klumman í 180 grader 16. oktober, skrivað av Filip Berghamar, han er nevndarlimur í Liberal Alliance og arbeiðir sum softwaremennari, eigur at fáa fleiri at hugsa um álvarsemið, sum Føroyar kann koma í um heilt stutta tíð.

Føroyska samfelagið er viðvæmt og hevur í mongum førum trupulleikar í at vera eftirgevandi, “fitt”, “tað ger einki” o.s.fr. samstundis, sum politiska skipanin er ótrúliga veik og heldur enn at viðgera tílík mál eftir lógarparagraffum, so at lata kenslur “avgera”, hvat lógin sigur.

Haldi, at tað ger einki, um føroyingar lesa rannsakandi klummuna hjá Filip og veruliga hugsa um viðurskiftini.

Klumman kann lesast inni á www.keldu.com
Kelda 180 grader.