Hann er ein ordiligur rokkari, sum hevur sett sær fyri at náa málum, sum røkka nógv longri enn bara Føroyar. Hetta stendur at lesa inni á www.dr.dk, nú tað er greitt, at Jógvan er ein av teim níggju finalistunum, sum komu víðari eftir kvøldsins umfar í X-Factor.
Á heimasíðuni hjá DR kanst tú eisini lesa, at 25 ára gamli Jógvan elskar Jeff Buckley, Bob Dylan og Kashmir. Hann hevur fingist við tónleik, síðani hann var 18 ára gamal og er størsti dreymurin at fáa eina yrkisleið sum tónleikari. Hann er í løtuni HF-studentur, men tá húgvan er komin á høvdið, er ætlanin at lesa tónleik á universiteti.
Størsta fyrimyndin hjá Jógvan er Høgni Lisberg, sum Jógvan altíð hevur lurtað nógv eftir. Jógvan fær stóran íblástur av innlivingini, tekstunum og framførslunum hjá Høgna.
Lina hevur sum teim flestu kunnugt fingið Jógvan undir veingir sínar. Tey bæði hava als ikki somu tilgongd til tónleik, men hetta er, sambært Jógvani, bara eitt jaligt ting.
– Eg vænti, at hetta verður feitt. Lina fer heilt sikkurt at koma við góðum hugskotum til løg, sum eg skal spæla. Samstundis sum hon fer at trýsta meg til at royna okkurt heilt nýtt, sigur Jógvan á heimasíðuni www.dr.dk.
Lina er eisini ovurfegin um at hava fingið Jógvan í sín bólk. Hon heldur, at tey bæði kunnu fáa hvønn annan at vaksa og gleðist samstundis um, at góðu evnini hjá Jógvani ikki hava oyðilagt alt tað fitta, hugaliga og eyðmjúka við unga føroyinginum. – Jógvan hvílir fullkomiliga í sínum egna stíli. Hann flytir seg ómakaleyst og stílsikkurt út allastaðni, har tú skalt kunna fara sum listarfólk. Hetta ger hann við einum tryggleika, eini dygd og við eini so persónligari útsøgn, sum eg ongantíð fyrr havi sæð í X-Factor, endar Lina Rafn samrøðuna við www.dr.dk.




