Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan vitjar Kall Handilin í Klaksvík

John William Joensen

Fríggjdagin 3. august millum kl. 14.00 til 15.00 vitjar Jógvan Hansen í Kall Handlinum í Klaksvík. Hann fer at práta við fólk og skriva autografar.

Jógvan er í Føroyum í sambandi við Summarfestivalin í Klaksvík. Saman við sær hevur hann fleiri av somu íslendskar tónleikarunum, sum spæla á fløguni hjá honum.

Konsertin við Jógvan á Summarfestivalinum verður kl. 24.00 fríggjakvøldið.

Í sambandi við tiltakið í Kall Handlinum í Klaksvík fríggjadagin verður fløgan seld fyri 150,00.