Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóhan Dahl ger júst tað, sum Bjørt Samuelsen ætlaði at gera

Oliver Joensen

Leisturin sum Bjørt Samuelsen fyrrverandi landsstýriskvinna ætlaði at gera við at økja nevndina í Atlantic Airways úr trimum til fýra nevndarlimir verður nú fylgdur.

At økja aðalfundarvaldu nevndarlimirnar í Atlantic Airways til 4 limir er fult í trá við tað, sum landsstýriskvinnan hjá Tjóðveldi, Bjørt Samuelsen, ætlaði at fremja. Tað er tí undrunarvert at lesað tær viðmerkingar, sum Høgni Hoydal ger í sambandi við, at Jóhan Dahl landsstýrismaður ætlar at gera tað sama, sum Bjørt Samuelsen ætlaði, á komandi aðalfundi hjá flogfelagnum. Eisini er tað undurnarvert, at tað sum landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgd av at velja nevndarlimir í felagið, nú ger, skal vera at fara aftur í 80´ini sambært Høgna Hoydal. Landsstýrismaðurin ger júst tað, sum undangongumaður hansara í sessinum ætlaði at gera, um hon hevði verið sitandi sum landsstýriskvinna.

Her er okkurt sum er misskilt, tí tað er júst ábyrgdin hjá landsstýrismanninum at verða við til at velja eina góða, vælvirkandi nevnd og hann skal eisini syrgja fyri, at tað er kontinuitetur í hesi nevndini. Eingin er valdur at sita í nevndini alt lívið, men ein jøvn útskifting er avgerðandi fyri at hava eina so gevandi og fyri felagið gagnliga nevnd sum gjørligt.

Ein kann so spyrja hví ávísir flokkar skapað øsing og sáa iva um nevndarvalið? Man orsøkin ikki liggja goymd heilt aðrastaðni í politisku skipanini (í tí skipanini, sum als ikki skal blanda seg upp í eittt umsitingarligt mál hjá landsstýrinum, sum í hesum føri er at velja eina nevnd við bestu førleikunum)?

At valið verður at økja talið frá trimum aðalfundarvaldum til fýra aðalfundarvaldar er skilagott og førir størri vitan við sær til felagið, umframt at javnvágin tá er røtt millum meiriluta, minniluta og starvsfólkavaldu umboðini í nevndina hjá Atlantic Airways.

Sjálvsagt skulu skattaborgarans pengar, sum umboða 67% av partapeninginum, hava tilsvarandi vekting av nevndarsessum.

Heimildinar hjá landsstýismanninum ganga við sonevnda armslongdar prinsippinum til at velja nevndina og ikki longur. Tað vil siga, at landsstýrismaðurin skal halda seg burtur frá, hvussu felagið annars verður rikið. Tað er ábyrgdin hjá leiðlsu felagins og nevndini.

Tískil má ásannast at landsstýrismaðurin í vinnumálum ger júst tað, sum er hansara ábyrgd .

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður