icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Johan Dahl landsstýrismaður verður gestarøðari á aðalfundinum hjá Vinnulívsráðnum

Tíðindaskriv

Aðalfundurin hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík verður á Hotel Klaksvík mánakvøldið kl. 19.30

Johan Dahl landsstýrismaður verður gestarøðari á aðalfundinum hjá Vinnulívsráðnum

Aðalfundurin hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík verður á Hotel Klaksvík mánakvøldið kl. 19.30

Komandi mánakvøld 23. mars 2015 kl. 19.30 verður aðalfundur hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík. Fundurin verður á Hotel Klaksvík.

Á aðalfundinum í ár verður Johan Dahl, landsstýrismaður gestarøðari og fer at røða undir heitinum “Vinnuligur framburður – nú og í framtíðini”.

Vinnulívsráðið hevur verið rættuliga virkið, har fleiri fundir við fyrilestrumum víðfevnd evnirhava verið, og umframt tað netverksfundir, har vitjað hevur verið á fyritøkum sum t.d. El-in, JFK, Klaksvíkar Býráð og Klaksvíkar Sleipistøð.

Komandi neverksfundurin verður hjá felagnum “Christian í Grótinum” í apríl mánaði.

Skráin fyri aðalfundin mánakvøldið er sum vanligt:

1. Val av fundarstjóra

2. Formansfrágreiðing frá farna ári

3. Góðkenning av grannskoðaðum roknskapi

4. Góðkenning av fíggjarætlan fyri komandi ár

5. Áseting av limagjaldi

6. Val av nevndarlimum og tiltakslimum

7. Val av grannskoðara

8. Ymist.