Sum skilst, so hevur tað verið tungur burður hjá sambandsmonnum at velja landsstýrismenn og teir eru fleiri sum hava verið inni í myndini.
Norðlýsið frættir, at Bárður Nielsen fekk allar sjey atkvøðurnar til starvið sum fíggjarmálaráðharri, ímeðan Johan Dahl fekk fýra atkvøður til postin sum fiskimálaráðharri.
Eftir tí sum skilst, so hava bylgjurnar gingið høgt í høvuðsstaðnum, orsakað av at økið ongan landsstýrismann hevur fingið frá Sambandsflokkinum. Nógv nøvn hava verið uppi og vent og Kaj Leo Johannesen og Bjørn Kalsø hava verið upp á tal. Tað ljóðar úr Havn at Lisbet L. Petersen vildi hava Bjørn Kalsø sum landsstýrismann, men hetta eydnaðist ikki sum sagt.
Í skrivandi stund sær út til at ongin landsstýrismaður verður hesaferð úr Norðoyggjum. Reelt er kanska ein møguleiki fyri at Jógvan við Keldu gerst ein av landsstýrismonnunum hjá Fólkaflokkinum, men hetta hava vit ikki fingið váttað




