….hvussu vit á skynsamasta og skilabesta hátt fáa byrgt upp fyri kreppuni sum er ávegis hjá heimaflota okkara.
Til Torbjørn Jacobsen, landstýrismann í fiskivinnumálum
Frá Johan Dahl, løgtingsmanni
Spurningur:
Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær nakrar hugsanir um hvussu vit á skynsamasta og skilabesta hátt fáa byrgt upp fyri kreppuni sum er ávegis hjá heimaflota okkara.
Her hugsið eg ikki um studningsloysnir, men heldur um strukturbroytingar, avtalum og tillagingar so flotin fær breiðari og betri grundarlag at standa á.
Burtursæ frá tí av samgonguni nógv umtalaða fiskidagabanka,- hvørjar arðar tankar hevur landsstýrismaðurin sum kunnu skapað betur karmar og verða við at loysa eina kreppu áðrenn hon er komin so langt at ikki vendist aftur hjá størsta parti av flotanum.
Viðmerkingar:
Tað sýnist fyri tann sum á siðulinjuni stendur , sum um stórur partuar av manningini í hesi samgonguni eru púra verileikafjar tá tað til fiskivinnu/høvðusvinnu okkara snýr seg. Tey tosað ikki um hana, tað sýnist sum fiskivinnan er eitt “ útjaðaraproblem” sum meginøkjapolitikarir als ikki geva sær far um- men tosað hinvegin einans um stórar íløgur sum skulu setast ígongd í milliardaklassanum uttan at hugsað so nógv um hvar inntøkurnar skulu komað frá.
Kunnast kann um at mesti parturin av heimaflotanum er við at geva skarvin yvir, fleiri reiðarar tosað um at leggja skipini tí tað loysir seg ikki at loysa orsakað av oljuprísinum sum eftirhondini máar støði undan vinnuni.
Vit kunnu ikki bara latað standa til flotin liggur, men arbeiða við loysnum tryggja burðardyggan rakstur.




