Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, hevði fund fríggjadagin, men enn verður tað hildið dult, hvat felagið er komið fram til. Johan Dahl, formaður, sigur, at úrslitið er ein yvirlýsing, ið kemur alment út í morgin, sunnudagin.
Um tað er tí, at okkurt skal justerast, eftir at løgmaður kom við síni egnu útmelding í dag, vita vit ikki. Løgmaður sigur, at tað er óheppið, at tinglimir floksins ikki eru frítt stillaðir at atkvøða sambært egnari sannføring í etiskum málum, nakað sum teir annars sambært bæði Stýrisskipanarlógini og siðvenjunum hjá Sambandsflokkinum hava rætt til. Men løgmaður konstaterar eisini, at soleiðis er tað hetta valskeiðið.
Tað var eisini fyrst og fremst hetta etiska málið um sammøður, ið kemur á tingborð aftur mánadagin, ið var høvuðsevnið á fundinum hjá Føroya Væl. Umframt limirnar í valfelagnum í Suðurstreymoy var Eyðdis Hartmann Niclasen úr Vágum boðin við á fundin.
Hví so var, vita vit ikki enn, men tað verður helst at frætta í yvirlýsingini frá Føroya Væl í morgin, sunnudagin 12. desember.


