Heðin Askham og Bill M. Jacobsen hava í dag úttikið U21 landsliðshópin. Tveir nýggir leikarar frá KÍ eru við, ið ikki hava verið við til undankappingardystir áður.
Heðin Askham og Bill M. Jacobsen hava í dag úttikið U21 landsliðshópin.Tveir nýggir leikarar frá KÍ eru við, ið ikki hava verið við til undankappingardystiráður.
Á heimasíðuni hjá FSF er hópurin kunngjørdur. KÍ leikararnirJóhan Jacobsen og Heðin Klakstein eru nýggir í hópinum og tað merkir, attríggir KÍ leikarar eru við í hópinum, nú Ivan Joensen tykist hava bitið segfastan í hópinum. Leivur Joensen úr ÍF og Teitur Justinussen úr TB eru eisini nýggir í hópinum.
Uppgávan hjá U21 landsliðinum hesaferð er ein av teimumstørstu. Týskland er mótstøðuliðið og tað merkir leikarar frá liðum sumDortmund, Schalke og Werder Bremen. Dysturin verður fríggjakvøldið 6.september kl.19.45.
Hópurin er hesin:
Teitur Matras Gestsson, HB
Hallgrím Hansen, ÍF
Bárður Hansen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Hørður Askham, B36
Andras Brixen Vágsheyg, NSÍ
Pál Mohr Joensen, HB
Beinir Ellefsen, AB
Leivur Joensen, ÍF
Rene Shaki Joensen, Brøndby IF (DK)
Bogi R. Petersen, ÍF
Rógvi Joensen, TB
Eli Falkvard Nielsen, 07 Vestur
Ivan Joensen, KÍ
Jóhan Jacobsen, KÍ
Heðin Klakstein, KÍ
Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF
Teitur W. Justinussen, TB
Gilli Sørensen, B36
Gunnar Zachariassen, EB/Streymur




