Hvat meina norðoyingar um Suðuroynna og suðuroyingar um Norðoyggjar, fáa vit m.a. at vita í sendingini "Heimabeiti"
Tveir kendir føroyskir politikarar, Jógvan við Keldu og Jóhan Dahl vitjaðu Steintór Rasmussen sum er útvarpsvertur í sendingini "Heimabeiti" sum verður send í dag kl. 17.
– Vit prátaðu og kjakaðust um føroyska útjaðaran, Føroyar sum eitt valdømi og um føroyskan búskap.
– At vit valdu teir báðar Jóhan og Jógvan var tí at teir eru kendir politikarar og ofta hava avgjørdar meinginar um tingini.
– Sjálvur haldi eg at sjónarmiðini, sum koma fram í sendingini,eru áhugaverd, sigur Steintór Rasmussen í stuttari viðmerking.




