Seinrapartin vóru umboð fyri estlendska uttanríkisráði og sendiharrin hjá Estlandi í Danmark, á vitjan á Kósini har stjórin, Jóhan Páll Joensen, varð útnevndur konsul
Matti Maasikas, sum er aðalskrivari í estlendska uttanríkisráðnum, segði seg fegnast um tað samstarv, sum Estland við nýggja konsulatinum, fór at fáa við Føroyar og føroyingar.
– Estland er eitt flatt land, sum ikki líkist Føroyum serliga nógv og tí hevur ferðin til Føroya tikið okkum á bóli, segði hann m.a..
– Vit eru hugtikin av vakra landi tykkara og samstundis síggja vit hópin av mentunarligum og vinnuligum møguleikum fyri samstarvið.
– Estland er í dag eitt sjálvstøðugt land, og tí hevur hendan ferðin til Føroya eisini fyri okkum – í hugaheiminum – verið ein ferð aftur í tíðina – tá vit eins og tit ikki vóru sjálvstøðug, segði aðalskrivarin m.a.
– Vit fegnast um at hava fingið ein so dugnaligan persón at umboða land okkara millum føroyingar og hevur hann fingið góð viðmælir frá nógvum persónum m.a. Føroya Løgmanni.
Í takkar røðu síni segði Jóhan Páll Joensen m.a. at hann var ikki sørt rørdur og stoltur av at fáa møguleikan at umboða estlendsku tjóðina í Føroyum og føroysku tjóðina í Estlandi.
– Eg má viðganga at eg kenni sera lítið til Estland og tí kom tað eisini óvart á meg tá eg bleiv spurdur fyri skjótt trimum árum síðan.
Eftir røðurnar undirskrivaðu Jóhan Páll Joensen og Matti Maasikas, aðalskrivari í estlendska uttanríkisráðnum eitt skjal, sum formelt lat nýggja estlendska konsulati upp í Klaksvík.
Konsulatið hevur eina gestabók og heiðurin at verða fyrstur at skrivað í gestabókina fekk borgarstjórin Steinbjørn Jacobsen.
Síðani var boði til borðs við pinnamati, sum Jákup Ziskason stjørnaði.
Við í estlendska ferðalagnum vóru:
Matti Maasikas, aðalskrivari í estlendska uttanríkisráðnum.
Meelike Palli, Ambassadørur hjá Estlandi í Danmark
Rainer Saks, stjóri á skrivstovuni hjá estlendska forsetanum
Valdo Helmelaid, konsul á estlendsku sendistovuni í Keypmannahavn
Gert Auväärt, Desk Officer, Estonian MFA




