– Ímóti Mjølni hevur blokkurin ofta verið avgerandi, og tí kann tað verða avgerandi at spæla skjótt, so teir ikki fáa tíð til at hava dupultan blokk, sigur Jóhan Petur á Stongum, ið gleðir seg steypafinaluna leygardagin.
Mjølnir og SÍ hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir higartil í vetur, og hava tey vunnið hvør sín dyst.
Fyrst vann SÍ 3-1, og fyri stuttum var tað Mjølnir sum vann 3-2.
Tí er ilt at gera nakað av liðunum til favoritt í finaluni.
Seinast, tá ið tey bæði liðini møttust í finaluni, var í 2005, og tá vunnu sørvingar 3-0.
Sambært Jóhan Peturi, sum eisini leikti við í tí finaluni, hevði SÍ tá eitt sera gott lið, men nú heldur hann, at liðini eru sera jøvn í styrki.
– Tá ið vit spæla ímóti Mjølni, hevur blokkurin ofta verið avgerandi, og tí kann tað verða avgerandi at spæla skjótt, so teir ikki fáa tíð til at hava dupultan blokk í verjuspælinum, hugleiðir Jóhan Petur, ið sjálvandi er sera spentur til finaluna.
Jóhan Petur er sjálvur hálvur klaksvíkingur, mamman er úr Klaksvík, og tey tilkomnu minnast eisini pápan, Jákup á Stongum, sum ein framúr góðan hondbóltsmálmann hjá Stjørnuni í gomlum døgum.
Men, sum Jóhan Petur sigur, so er flogbólturin í hásætinum í Sørvági, og leygardagurin verður ein stórur dagur hjá sørvingum, tí bæði mans- og kvinnuliðið hava vunnið sær pláss í steypafinaluni.




