Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóhan Troest hevur tikið støðu

Jákup Ósá

HB ella NSÍ?

Jóhan Troest Davidsen hevur avgjørt, hvar hann spælir næsta ár.

Verjuleikarin, ið man vera eitt gott boð uppá ársins verjuleikara í 2013 , hevur ikki sáttmála við nakað felag í 2014. Fyrr í vikuni skrivaði Norðlýsið, at KÍ hevði boðið honum ein góðan sáttmála. Og harafturat kemur so barnsdómsfelagið NSÍ, sum hevur tørv á styrki til miðverjuna.

HB ella NSÍ

Jóhan Troest Davidsen sigur við Norðlýsið, at avgerðin er tikin, hvar hann spælir næsta ár. Men hann hevur lovað, at hetta skal kunngerast seinni.

– Eg havi tikið avgerð, hvar eg spæli. Men eg havi lovað, at hildið hetta loyniligt til felagið kunnger tað. Og tað vænti eg verður seinni í hesi vikuni ella í næstu viku. Tað hava verið fleiri feløg, ið hava víst áhuga, sigur hann.

Hvat var avgerandi fyri, at tú valdi hetta felagið, sum tú hevur valt?

– Tað var ikki tað fíggjarliga. Heldur var tað ítróttarliga og tað persónliga, ið passar mær best í løtuni, ið taldi mest, sigur hann.

Kemur tað sum ein “bumba” tá felagið verður kunngjørt?

– Nei tað haldi eg ikki. Hetta felagið hevur verið nevnt, svarar verjuleikarin.

Jóhan sigur, at hann í løtuni undir lestrinum býr skiftivís í Tórshavn og í Runavík. Tí bendur alt á, at talan er um HB ella NSÍ, sum Norðlýsið nú veit fyri vist, hevur víst honum áhuga. HB hevur ársveitslu leygarkvøldið, so spurningurin er kanska eisini, um partarnir hava avtalað at kunngera sáttmálan tá. Tað tykist mest sannlíkt í løtuni.

Harleywoodpaint