Í morgun byrjaði arbeiði við at leggja vatnleiðing úr norðoyatunnlinum, og ætlanin er at vatnið skal leiðast niðan í vatngoymsluna niðan Horn.
Jóhan við Neyst, leiðari á vatndeildini hjá Klaksvíkar Kommunu, sigur at tað er ikki heilt avgjørt hvussu vatnið skal brúkast, men í fyrstu atløgu leggja teir vatnleiðingar einar 1200 metrar inn í fjallið soleiðis at hendur fæst á vatninum.
– Vit vita ikki við vissu hvussu nógv trýst er á vatninum, og heldur ikki eru vit heilt nøgdir við vatnroyndirnar vit hava tikið.
– Tað verður jú sprongt, bora og sprænt við betongi inni í fjallinum og tí hevur ikki verið so lætt at fingið nøktandi vatnroyndir.Men teir hava funnið fleiri lekar við upp til 1000 litrar av vatnið um minuttin, og tað er klárt at vit hava stóran áhugað í hesum.




