Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóhan Waag Høgnesen fekk debut á eykaliðnum hjá SønderjyskE

Jákup Ósá

Og ein føroyingur var millum málskjúttarnar í dystinum.

Og ein føroyingur var millum málskjúttarnar í dystinum.

Í dag spældu eykaliðini hjá SønderjyskE og FC Midtjyllandi (FCM). Tað sum kanska við føroyskum eygum var mest áhugavert við dystinum var, at klaksvíkingurin Jóhan Waag Høgnesen fekk sínar fyrstu minuttir á eykaliðnum hjá SønderjyskE, tá hann kom inn og spældi síðstu 30 minuttirnar av dystinum

– Talan um ein rímiliga javnan dyst. Fyrri hálvleikur varð domineradur av FCM, ið hevði fittan vind í ryggin, sum setti okkum undir eitt trýst í fyrra hálvleiki, ið teir eisini vunnu uppiborið 1-0. Seinni hálvleikir var annarleiðis. Eg kom inn, tá ið 60 min. eru farnir og júst tá fáa teir eitt reytt kort. Við einum manni í yvirtali og vindi i rygginum løgdu vit stórt trýst á FCM málið síðstu 30 min., tó uttan at skora. Persónliga gekk tað sera væl hjá mær, har eg spældi mitt á miðjuni. Eg loysti mínar uppgávur væl, og fekk stórt rós eftir dystin frá venjaranum, sigur ein væl nøgdur Jóhan Waag Høgnesen við Norðlýsið.
Venjararnir á eykaliðnum eru Peter Enevoldsen, hjálparvenjari á Superligaliðnum, og Henrik Hansen, ið hevur leikt yvir 300 dystir í bestu donsku deildini.

Spælir fast við U19

Til dagligt spælir Jóhan við U19 liðnum hjá SønderjyskE.

– Persónliga var talan um debut hjá mær í  vaksnamannafótbólti. Tað var deiligt at endiliga fáa debut, og vónandi fer tann góða gongdin at halda fram. Eg eri byrjaður inni í øllum dystunum í uppstartinum á U19 liðnum, og vónandi verdur talan um eitt ár, har ið skaðar og annað ikki fara at hava stóran ávirkan, sigur Jóhan sum heldur, at tað var stuttligt at spæla frammanfyri Kees Luyckx, ið hevur leikt 200 dystir í Æresdivisonen og á miðjuni saman við Robbert Schilder, ið hevur leikt yvir 250 dystir í Æresdivisionen

FC Midtjylland vann dystin 2-0 og annar av málskjúttunum hjá FC Midjyllandi var føroyski Jákup Thomsen, sum seinasta árið veruliga hevur gjørt um seg í FC Midtjyllandi.