– Eg dugi ikki at síggja nakað nýtt í fráboðanini sum er send til ST, uttan tað at hon er ein staðfesting av tí sum sambandsflokkurin hevur ført fram í meira enn eina øld, sigur Johan Dahl løgtingsmaður, sum eisini er formaður í uttanlandsnevndini.
– Nú hava vit so fingið tað upp á skrift men tað broytir so ikki tann veruleika sum Sambandsflokkurin altíð hevur ført fram. Tað eru hinir flokkarnir sum hava havt trupuleikar av sjálvsavgerðarrættinum, men vit hava altíð ført fram at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt og hava kunna tikið avgerð um okkara egnu framtíð.
– Tí dugi eg als ikki at síggja at hetta skal vera ein sigur fyri loysingar vongin í føroyskum politikki, sum løgmaður annars førdi fram.
– Hinvegin er hetta ein sigur fyri sambandsfólk og ein undirstriking av at tað sum tey altíð hava sagt nú eisini er staðfest í notatinum sum er fraboða altjóða samfelagnum.
– Føroyingar hava altíð sjálvir kunna tikið avgerð um sína framtíðarviðurskifti og tí er einki nýtt í hesum skrivinum.




