Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóhanna á Bergi: Pláss er ikki fyri tveimum flogfeløgum at flúgva millum Føroyar og Keypmannahavn

Helgi Abrahamsen

“Tað stutta av tí langa er, at vit fáa ein kappingarneyta og vit ætla at taka kappingina upp, men sum støðan er beint nú, so duga vit ikki at síggja, at pláss er fyri fleiri – og slettis ikki á okkara høvuðsrutu.”

“Tað stutta av tí langa er, at vit fáa ein kappingarneyta og vit ætla at taka kappingina upp, men sum støðan er beint nú, so duga vit ikki at síggja, at pláss er fyri fleiri – og slettis ikki á okkara høvuðsrutu.” Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, nú SAS fer at flúgva millum Føroyar og Keypmannahavn.

Jóhanna á Bergi sigur, at tey hjá Atlantic Airways høvdu veruliga vónað at onkur annar kom at flúgva millum Føroyar og útheimin.

“Vit høvdu vónað, at onkur kom frá onkrum heilt øðrum stað og skapti eina virðisøking, men hetta er bara meira av tí sum longu er frammanundan,” sigur hon.

Roknistykkið gongur ikki upp

Á rutuni til Keypmannahavnar eru 180.000 ferðafólk (einvegis). Eini 20% av teimum (umleið 36.000 fólk) eru “rein útlendsk ferðafólk” – t.v.s. ikki ítróttarfeløg og ikki fólk í arbeiðsørindum o.s.fr.). Tað er hesin parturin sum skal fáa ferðafólkatalið at vaksa.

“Tað sum hendir nú er, at SAS kemur inn við einum kapasiteti uppá 120.000 pláss,” sigur Jóhanna á Bergi.

“Fakta er, at tað eru ikki nógv meira enn 35 – 40.000 ferðafólk á rutuni í dag. Tað vil siga, at teir skulu út at trídobla ferðafólkatalið beinanvegin,” sigur hon.

“Tað sum undrar okkum er, at tað fyrsta sum SAS gjørdi var at biðja um fund við stórar kundar í Føroyum. Tað hongur ikki ordiliga saman,” sigur Jóhanna á Bergi.

Gjørdi Atlantic Airways ikki júst tað sama?

Men hvussu ber tað so til, at Atlantic Airways varð stovnað í eini tíð, tá eitt annað flogfelag var frammanundan, og ferðafólkatalið var heilt niðri á 90.000 fólkum? Hvussu kundi pláss vera fyri tveimum flogfeløgum tá?

“Jú men tú skalt eisini hugsa um kapasitetin,” sigur Jóhanna á Bergi.

“Vit hava ein kapasitet á Keypmannahavnarrutuni uppá 250.000 setur, og vit selja 180.000. Og nú kemur SAS inn við 120.000 afturat. Tað vil siga at tað blíva til 370.000 setur,” sigur hon.

Atlantic Airways hevur júst bílagt eitt nýtt størri flogfar. Var tað so ein skeiv íløga?

“Nei,” sigur Jóhanna á Bergi.

“Tað er øðiliga lítil munur á at reka ein Airbus 319 og ein 320. So tú fært fleiri ferðafólk í fyri nøkulunda sama prís,” sigur hon.

“Vit eru kappingarfør, tað vita vit longu, tí vit hava hugt eftir prísunum hjá teimum, og vit eru til kampin fús. Vit trúgva at tað fer at verða ein øking í ferðafólkatalinum í Føroyum, men vit trúgva ikki at tað verður ein so stór øking uppá so stutta tíð,” sigur Jóhanna á Bergi.