“Eg má siga akkurát sum er, at eg veit ikki, hvussu tað er komið út, hvør hevur keypt ferðaseðlar fyri SAS.” Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, nú Jákups Sverri Kass, flogvallarstjóri, leggur Atlantsflog undir at hava brotið tagnarskylduna.
Spurd um tey hava kannað millum starvsfólkini um málið, sigur Jóhanna á Bergi, at tað hava tey sjálvandi gjørt.
“Vit hava nøkur fá fólk sum sita við viðkomandi upplýsingum, men vit vita ikki, hvør er komin út við nøkrum,” sigur hon.
“Vit fáa ikki gjørt meira við málið. Føroyar eru eitt lítið samfelag, so um umboðini fyri SAS hava sitið við síðuna av onkrum í flogfarinum ella hava sagt okkurt, tað veit eg ikki. Tað er ikki komið út frá okkum, hvør hevur goldið hasar ferðaseðlarnar,” sigur hon.
Jákup Sverri Kass segði fyrr í dag við Norðlýsið, at hann keypti ferðaseðlarnar á netinum, beinleiðis frá Atlantsflogi.




