Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóhannes Falkenberg Jensen: NSÍ fær Svarta Per

Jákup Ósá

5 spurningar um Effodeildina 2017: Hesaferð er tað HB viðhaldsmaðurin Jóhannes Falkenberg Jensen, sum metir um Effodeildina 2017. Hann væntar, at einki lið fær somu endastøðu sum í fjør. FM stríðið stendur millum KÍ og B36.  

1. Set stigatalvuna upp soleiðis, sumtú væntar at hon verður:

1. KÍ

2. B36

3. Víkingur

4. HB

5. NSÍ

6. Skála

7. 07 vestur

8. ÍF

9. EB/Streymur

10. TB/FC Suðuroy/Royn


2. Hví væntar tú, at júst hetta liðið vinnur FM?
KÍ hava virkað sterkir í uppstartinum, og hava fingið sera spennandi leikarar inn, sum bert styrkja liðið, ið annars ikki er nógv broytt frá liðnum, sum vann steypakappingina og endaði nummar 2 í fjør. Eisini hevur KÍ ein av Føroya bestu venjarum.


3. Hvør verður ársins leikari í ár?
Har eru nógvir um boðið. Eg vóni at tað verdur onkur av okkara egnu í HB, so sum Daniel Elly Petersen ella Martin Bergvold. Men eg trúgvi meira uppá onkran sum Lukasz Cieslewicz (B36) ella Jóannes Bjartalíð (KÍ).


4. Hvat er/verður besta keypið í Effodeildini síðani síðsta kappingarár og hví?
Her kunnu tað aftur vera nógvir. Onkur av dønunum hjá HB er tað sum eg hopi, men annars stendur tað nokk í millum Albert Adu (KÍ), Christian Mouritsen (HB) ella Bárður Hansen (NSÍ). Allir haldi eg geva lidnum nakað, sum tey mangla, Adu gevur KÍ fart í álopinum, sum teir kanska hava manglað, Christian er nokk keyptur inn fyri at erstatta Jákup á Borg og Hanus Thorleifsson. Bárður Hansen er brúktur(um eg havi lisið rætt) sum kantur, og tað giti eg fer at rigga gott.


5. Hvat væntar tú av tínum liði í ár og hví enda teir har sum teir enda?
HB er ein opin spurningur í ár. Man veit ikki heilt, hvat teir kunnu klára, og har eru nógvar broytingar á liðnum í ár. Eg vóni at vit klára topp 4, og sleppa at spæla í Europa aftur. HB kann sum so næstan bara yvirraska í ár. Um Sigfríður fær alt at rigga sum tað skal, so trúgvi eg at vit kunnu koma langt.