Hví er munur á uppfatanini sum lærarar og skúlaleiðarar hava av, hvussu skúlaleiðarar skulu útinna teirra námsfrøðiligu leiðslu?
Hví er munur á uppfatanini sum lærarar og skúlaleiðarar hava av, hvussu skúlaleiðarar skulu útinna teirra námsfrøðiligu leiðslu? Tí spurninginum hevur Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í leiðslu á barna-, ungdóms- og serstovnaøkinum, granskað í.
Granskingarverkætlanin vísir, at fleiri orsøkir eru til nevnda munin.
”Nakrir munir komast av, at lærararnir og skúlaleiðararnir tosa úr ymiskum støðum, og nakrir munir komast av feilum í antin uppfatanini hjá lærarunum ella skúlaleiðarunum,” sigur Jóhannes Miðskarð.
Eitt óvæntað úrslit í granskingini var eisini, at tað er rættiliga ymiskt hvussu einstøku lærararnir í sama skúla uppfataðu námsfrøðiligu leiðsluna hjá teirra skúlaleiðara.
”Tað vóru nakrir lærarar, ið tóku væl undir við skúlaleiðarans námsfrøðiligu leiðslu, meðan aðrir ikki tóku so væl undir við henni,” sigur Jóhannes Miðskarð.
”Greiningin vísti, at orsøkin til, at nakrir lærarar ikki tóku undir við námsfrøðiligu leiðsluni er, skúlaleiðararnir hava eitt veikt samskifti við hesar lærarar, og at hesir lærararnir uppfataðu sína undirvísing sum sítt privata øki,” sigur hann.
Úrtøkan av granskingarverkætlanini er ein vísindalig grein, ið er send til javnlíkametan hjá einum altjóða tíðarriti innan skúlaleiðslu. Harumframt eru fýra aðrar greinar, ið verða lagdar á heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.




