Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Johannes Møllehave til Klaksvíkar

John William Joensen

Mikudagin 17. november fer kendi danski presturin og rithøvundurin at talað í Christianskirkjuni.

Tað er Áhugabólkurin fyri eldri, ið hevur fingið Johannes Møllehave til Klaksvíkar og Áhugabólkurin undirstrikar, at tiltakið í Christianskirkjuni er fyri øll og tey vóna at so nógv fólk sum gjørligt møta at lurta eftir hesum kenda prestinum og rithøvundanum.
Johannes Møllehave man vera kendur ímillum mangar føroyingar, kanska serstakliga av tí hann hevur lagt úr hondum á skrivt.
Johannes Møllehave er føddur í 1937 og giftist við Herdis Møllehave, sum doyði í 2001.
Hann gjørdist cand.theol. í 1963 og hevur ímillum annað verið prestur í Statsfongslinum í Vrideløselille og í donsku kirkjuni í Bruxelles, har hann gavst sum prestur í 1991.
Hann hevur skrivað nógvar revyir, íkast til radio- og tv-seriur, filosofiskar bøkur um HC. Andersen og Søren Kierkegaard. Hann hevur eisini skrivað bíbilskar enduryrkingar, romanir, barnabøkur og umsett Jesus Christ Superstar. Hann hevur arbeitt saman við Drotning Margrethu um "Et folkesagn" og skrivað tekstir til Anne Linnet.
Harumframt er hann ferðaleiðari, heldur fyrilestrar og viðmerkjari og blaðummælari.
Johannes Møllehave hevur fingið eitt ótal av legatum.
Aftaná Guðstænastuna skipar Áhugabólkurin kaffi í kirkjukjallaranum.