Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John hjá Alex av vakt á Sam fyri seinastu ferð

Oliver Joensen

Hóast John fór av vakt fyri seinastu ferð, síðani hann var settur í fast starv hjá Strandferðsluni í 1991, so fer hann ikki formliga úr starvi fyrr enn seinni, tí hann eigur frídagar og annað, sum skal avgreiðast áðrenn seinasta formella starvsdagin. Men í dag fór hann so í land av Sam fyri seinastu fer á síni føstu starvsvakt.

Strandferðslan hevði gjørt burturúr og sent eitt blómutyssi, sum Marius Sørensen, skipari handaði honum. John Jacobsen fekk nógv góðynski á veg í land, bæði frá starvsfeløgum og eisini frá onkrum ferðafólki.

Eg spurdi John, um hann nú fór at seta seg heima hjá konuni. Nei svaraði hann, eg lovaði at eg skuldi ikki halda áfram her til eg var 70, nú bleiv eg næstan 70 áðrenn eg fekk upp í lag at fara í land, arbeiðisplássið hevur verið gott. Nei, tað er ongin vandi fyri at eg fari at setast hendur í favn, eg eigi tveir dreingir, sum byggja í Havn, so eg fáið nokk at gera.