Fyri Hergeir Nielsen er fangaflutningsmálið eitt gylt høvi at skapa eina fíggindamynd av dønum, heldur John Johannesen.
Nú gjørdi Hergeir Nielsen tað púra greitt. Málið um møguligan ólógligan flutning av fangum í føroyskum loftrúmi er fyri hansara flokk ikki ein spurningur um rættindini hjá fangunum, men eitt gylt høvi at skapa enn eina fíggindamynd av dønum og fáa í lag eitt nationalistiskt rumbulsmál
Havi higartil verið rættiliga fegin um, at Hergeir Nielsen og eg sjálvur hava drigið nøkulunda somu línu í uttanlandsnevndini, tá tað snýr seg um at verja mannarættindi. Men avdúkingin í seinasta lesarabrævi hansara fær meg at harmast.
Í trimum umførum í lesarabrævinum “Søgufalsanin hjá John Johannessen” ger Hergeir Nielsen klassisku støðuna púra greiða: Danin er fanin og síðani kemur alt annað í aðru røð. Vónandi hevur Hergeir Nielsen skrivað lesarabrævið í sinnismuni, og er tí komin at gera í so nógv av. Í øllum førum er nógv, sum bendir á tað borðið. Tí umframt at innihalda hesa óhepnu avdúking, so er restin av brævinum ein niðrandi viðgerð av mínum persóni. Og hóast júst slíkur atburður er vorðin eitt alt meira vanligt vápn hjá nógvum politikarum, so plagar Hergeir Nielsen at vera ov dugnaligur til slíkt.
Hvør falsar søguna?
Óhepni orðadrátturin, ið ikki er virðiligur fyri hetta álvarsmál, byrjaði við einum lesarabrævi hjá formanni Tjóðveldisfloksins í vikuni. Hesin legði meg undir at látast at vera ímóti ólógligum flutningi og píning av fangum, umframt at hann sum talsmaður fyri alt tað góða og reina royndi at geva mær ábyrgdina av 34.452 drápum í Irak. Tá var tað, at søgufalsanin fór fram.
Í undanfarnu grein míni gjørdi eg greitt – enntá við støði í skjalprógvum – hvør greiða støðan hjá Javnaðarflokkinum síðani 2002 hevur verið til málið um nýtslu hjá amerikanska hervaldinum av føroyskum loftrúmi. Á fundinum 3. oktober 2002 vildi Andrias Petersen ikki lata føroyskt loftrúm verða nýtt til eitt álop á Irak, sum heimssamfelagið var ímóti.
Í gerðabókini frá hesum fundi stendur soleiðis um støðuna hjá Javnaðarflokkinum: “Ein minniluti, Andrias Petersen, tekur ikki undir við, at loyvið hjá amerikanskum stríðsflogførum verður givið treytaleyst, men mælir til, at málið um álop á Irak fyrst skal roynast í ST høpi”.
Í gerðabókini frá sama fundi stendur soleiðis um støðuna hjá Hergeiri Nielsen: “Ein minniluti Hergeir Nielsen heldur, at málið ikki er búgvið at taka støðu til”.
Og í brævinum til løgmann dagfest 3. okt. 2002, sum Hergeir Nielsen nú sipar til, sigur Hergeir Nielsen millum annað soleiðis: “Vísandi til løgtingssamtyktirnar um uttanveltaðu støðu Føroya og til almennu ætlan Føroya um at tryggja sær fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið kunnu hugsast at hava týdning fyri Føroyar og føroyingar heldur minnilutin, at málið ikki er búgvið at taka støðu til”.
Tí undrar tað meg ikki sørt, tá Hergeir Nielsen skýrir meg søgufalsara, tá eg í fyrru grein míni sigi, at Javnaðarflokkurin í 2002 var einsamallur um at gera greitt, at flokkurin ikki góðtók misnýtslu av føroyskum loftrúmi til feigdarátøk. Velji kortini at trúgva, at henda álvarsama útsøgn er gloppin Hergeiri á pappírið av ósketni. Tí skal tað vera honum fyrigivið.
Nationalistiskt kot
Tað sum kortini harmar meg almikið er, at Tjóðveldisflokkurin nú eisini letur málið um píndar fangar í eitt nationalistiskt kot. Tað er at skúgva álvaran í málinum til viks, skapa enn eina ræðumynd av dønum og brúka málið til flokspolitiskan vinning. Hetta prógvar skrivingin alt samalt. Dømini eru fleiri í lesarabrævinum hjá Hergeiri Nielsen umframt í brævinum hjá formanninum.
•
•
•
•
Hetta nationalistiska gyklið er altso støðan hjá Tjóðveldisflokkinum til, at eg í mínum virki í uttanlandsnevndini havi heitt á løgmann, um greitt at senda út politiskan boðskap um, at føroyingar ikki góðtaka møguligan ólógligan fangaflutning í føroyskum loftrúmi. Og í øðrum lagi at fáa kannað og staðfest, um hetta er nakað, ið veruliga fer fram í føroyskum loftrúmi.
Havi leingi havt eina vón, um at tað fór at bera til skapa eina samgongu á vinstravonginum. Men tað gerst alsamt meira greitt, at tráanin og muran stendur aðrar vegir.
Eg yppi øksl í undran og harmist almikið…
www.john.fo




