Tvøroyri
12,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Johannessen, Løgtingsmaður: Javnaðarflokkurin stóra framgongd í veljarakanning

Norðlýsið

Javnaðarflokkurin fær 21,6 prosent í nýggjastu veljarakanningi, sum Dimmalætting kunngjørdi í gjár.

Hetta er ein framgongd uppá 4 prosent samanborið við veljarakanningarnar beint fyri jól. Betrið skipað floksarbeiði er uttan iva orsøkin, sigur John Johannessen.



Keðiliga gongdin hjá Javnaðarflokkinum er vend. Flokkurin hevur eftir jól skipað politiska arbeiðið betri, og hetta sæst aftur í nýggju veljarakanningini hjá Dimmalætting.

Sambært veljarakanningini hevði Javnaðarflokkurin fingið 21,6 prosent av samlaðu atkvøðunum, um val var í dag. Hetta er ein munandi framgongd samanborið við veljarakanningina fyri jól, ið gav flokkinum góð 17 prosent av samlaðu atkvøðunum. Til løgtingsvalið 2 004 fekk Javnaðarflokkurin 20,9 prosent.

Størstu afturgongdina í nýggju veljarakanningi hava Sambandsflokkurin og Miðflokkurin. Meðan tað er vinstrivongurin við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, ið stendur fyri framgongdini.

www.john.fo